Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Tá Fuglafjarðar Svimjifelag herfyri fylti 40 ár vóru ymisk tiltøk á skránni, millum annað ein Master kapping, har elstu luttakararnir vunnu.

"Vinnararnir" vórðu hesir (eftir aldri):

Nummar 1 bleiv Arnhold Abrahamsen, sum er føddur í 1929.

Nummar 2 bleiv Óli Abrahamsen, sum er føddur í 1937.

Nummar 3 bleiv Kaj Eli Blábjørg, sum er føddur í 1940.

Teir svumu allir 33M frísvimjing.

Eisini vóru Polina Abrahamsen (1950) og Ellindur Abrahamsen (1949) við. Tey svumu bæði 33M og 66M.

Óli, Polina og Ellindur eru systkyn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo