Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Sí fleiri myndir

Badmintonsambandið: Í døgunum 25. og 26. mai var kappingin YONEX Junior Faroe Islands Open hildin í badmintonhøllini í Havn. Hetta er triðja árið á rað, at kappingin er.

Leikt varð í aldursbólkunum U13 og U15. Umframt heimligu leikararnar, so vóru eisini 9 leikarar úr Badmintonfelagnum á Akranesi í Íslandi við.

Leygardagin varð kappast í einmansleiki hjá gentum og dreingjum, og sunnudagin var tvímansleikur og blandaður tvímansleikur á skránni. Serliga sunnudagurin varð drúgvur. Dystirnir vóru sera tættir, og fleiri av teimum endaðu við, at vinnarin ikki varð funnin fyrr enn trý sett vórðu spæld. Øll vóru samd um, at hetta var ein væleydnað kapping.

Umframt heiðursmerki, so fingu vinnararnir eisini gávu frá YONEX.

U13A - einmansleikur dreingir

1. Leiki Dal-Christiansen, HBF
2. Alexandur Ellefsen, HBF
3. Jaspur Jacobsen og Aron Rognsoy, HBF

U13A - tvímansleikur dreingir

1. Aron Rognsoy/Rókur W. Ólason, HBF
2. Rúni S. Vang/Alexandur Ellefsen, HBF
3. Ísólfur D. Ragnarsson/Hilmar V. Ágústsson, ÍA

U13M - einmansleikur dreingir

1. Arnar Freyr Fannarsson, ÍA
2. Kristoffur Samuelsen, HBF
3. Markus Bjarnason, HBF og Sjúrður Elias H. Eysturoy, HBF

U13M - einmansleikur gentur
1. Fríða Magnussen, ÍF
2. Julianna í Heiðunum, HBF
3. Eira Á. Petersen og Birna K. Jacobsen, HBF

U13M - tvímansleikur dreingir

1. Kristoffur Samuelsen/Markus Bjarnasson, HBF
2. Christian Berg Petersen/Jaspur Jacobsen, HBF
3. Arnar Freyr Fannarsson/Arnór Valur Ágústsson, ÍA og Dávid Syderbø/Leiki Dal Christiansen, HBF

U13M - tvímansleikur gentur
1. Julia Jacobsen/Fríða Magnussen, ÍF
2. Sólja J. Petersen/Marta Nesá, ÍF
3. Bjarta av Vollanum/ Eira Á. Petersen, HBF og EyðL. Debess/Julianna í Heiðunum, HBF

U13M - Blandaður tvímansleikur

1. Birna K. Jacobsen/Sjúrður Elias H. Eysturoy, HBF
2. Sólja J. Petersen/Fríða Magnussen, ÍF
3. Tóki Yngvason/Julianna í Heiðunum, HBF og Arnar Freyr Fannarsson/Sóley Birita Grímsdóttir, ÍA
U15A - einmansleikur dreingir
1. Dávid F. Berg, HBF
2. David Sørensen, HBF
3. Rógvi Bertholdsen, KBF og Daniel Darri Ragnarsson, ÍA

U15M - einmansleikur dreingir
1. Bjarti S. Vang, HBF
2. Einar Óli Guðbjørnsson, ÍA
3. Máni Berg Ellertsson, ÍA og Leivur Joensen, KBF

U15M - einmansleikur gentur
1. Sanna Thorkildshøj, HBF
2. Maria Rún Ellertsdóttir, ÍA
3. Mia Thorkildshøj, HBF og Rakul Sørensen, ÍF

U15M - tvímansleikur dreingir

1. Aron Á Reynatrøð, ÍF/Leivur Joensen, KBF
2. Máni Berg Ellertsson/Einar Óli Guðbjørnsson, ÍA
3. Bjarti Samson Vang/Asbjørn Heide Olsen, HBF og Dávid Flagstad Berg/David Sørensen, HBF

U15M - tvímansleikur gentur

1. Mia Thorkildshøj/Sanna Thorkildshøj, HBF
2. Oddbjørg Í Buð Justinussen/Ranja Joensen, KBF
3. Maria Rún Ellertsdóttir/Sóley Birita Grímsdóttir, ÍA og Birita Weihe Thomassen, HBF/Miriam Hávarsá, KBF

U15M - blandaður tvímansleikur
1. Bjarti Samson Vang/Sanna Thorkildshøj, HBF
2. Mia Torkildshøj, HBF/Leivur Joensen, KBF
3. Maria Rún Ellertsdóttir/Máni Berg Ellertsson, ÍA og Asbjørn Heide Olsen, HBF/Miriam Hávarsá, KBF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo