Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Norðoyggjar og Eysturoyggin hava verið og eru framvegis virðismiklar “peningamaskinur” fyri føroyska samfelagið.

Nú en dagin hoyrdi eg samrøðu í BBC við ein av teimum, sum var við til at byggja Brúnna um River Kwai í 1943, har ikki færri enn stívliga hundraðtúsund lótu lív, og longu í 1945 varð brúgvin bumbað av teimum  sameindu. Hann greiddi frá harða lívinum.

Tá journalisturin spurdi:  “Hvussu bar tað til, at tit høvdu kreftir, at halda fram”? Hann svaraði siðiliga: “Spurningurin var bara um at yvirliva”!

Kann syndrast eftir stuttari tíð
Uttan nakra beinleiðis samanbering, so kom eg at hugsa um viðferðina Norðoyggjar fáa frá núverandi politiska myndugleikanum, sum aftur og aftur gevur økinum ákoyringar. Fari at koma við onkrum dømum av mongum. Hetta er ikki grenj, men greiðir niðurbrótandi veruleikar:

1. Hóast Norðoyatunnilin er útgoldin, t.v.s. lánið, sum tunnilin tók og sum bummpeningaskipanin skuldi rinda, meðan landskassin skuldi rinda sín part, verður haftið við gjaldi ikki  loyst, og nú skal avlopið brúkast til aðrar tunlar. Fyri vinnuna er tunnilsgjaldið bara serskilt í undirsjóvartunlunum ein verulig forðan fyri menning í økinum, sum er dyggur bági fyri vinnuna.

Ætlar politiski myndugleikin framhaldandi at vinnan í Norðoyggjum skal haldast í hafti sammett við onnur støð í landinum?

2. Seinastu tvey árini hevur verið borið framundir, at hvørkratak skal takast um fiskivinnuna í Klaksvík, tí politiski myndugleikin heldur, at hon gevur ov stórt avlop. Politiski myndugleikin letur fara aftur við borðinum, at tað sum tók ár tíggjur at byggja upp og berjast fyri, stundum við bakkøstum, kann eftir stuttari tíð syndrast.

– Er hetta meiningin hjá politiska mydugleikanum?

3. Í staðin fyri at vinnan framhaldandi kann menna Klaksvíkina, tekur politiski myndugleikin teppið undan!

- Meinar politiski myndugleikin, at hetta er fremjandi og heiðurligt?

Bara yvirliva – ikki mennast
Hvussu leingi fer núverandi politiski myndugleikin at halda fram hesa ómegdarleið? – Hvussu leingi fara norðoyingar við tolmóði at lata sær hetta lynda? – Nær fer politiski mynduleikin – í øllum førum í Norðoyggjum bæði á løgtingi og í býráði -  at vísa veruliga støðutakan og siga, at, “nú er nóg mikið”?

Mær tykir, at fiskimálaráðharrin hevur  sett sær eitt mál fyri vinnuni í Klaksvík, og gevst ikki fyrrenn hann hevur fingið hana niður á tað støði, hann ætlar. – Ber til, at vit lata hetta fara aftur við borðinum?

Er svarið til hetta tað sama, sum arbeiðarin við River Kwai gav: “Spurningurin var bara um at yvirliva”! – Er tað nú nóg mikið, bara at “yvirliva” uttan at mennast?

“Vinnulívsráðið í Klaksvík ynskir vinnuni betri menningarmøguleikar”, so vit mennast heldur enn at standa í stað av politiskum átøkum. Málið hevur verið uppi at venda á fundum.

Tó skal sigast, at samfelda vinnan í Klaksvík, í handli, tænastuvirksemi og framleiðslu enn hevur klára at “bygt borð fyri báru” og arbeiðsloysið er tí eina minst í landinum.

Lat meg at enda seta spurningin: um tvinni peningasterk og væl konsoliderað feløg í Eysturoynni ikki høvdu tikið um í Suðuroynni, hvussu sá so út? Átti hetta ikki at lært øllum nakað?

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo