Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Ítróttur

Í innleiðandi umfarinum til HM í estetiskum fimleiki í Budapest í Ungarn í dag, eydnaðist kvinnuunglingum Vípan úr Støkk, sum einasta liðið í kongaríkinum, at koma víðari til endaumfarið í morgin. 14 av 30 kvinnuunglingaliðum komu í finaluna, og tær eru við sum nr. 10.

Í innleiðandi umfarinum í dag vóru fimm lið úr Føroyum - tvey kvinnulið og trý kvinnuunglingalið. Úrslitini hjá føroysku liðunum í dag vóru hesi:

Kvinnuunglingar: Vípan úr Støkk 14,9 stig. Eina úr HF 14,2 stig og Nora úr HF 14,05 stig.
Kvinnur: Hydra úr Ljósinum 15,5 stig og Hulda úr HF 14,7 stig.

Fyrr í ár eyðnaðist tað eisini kvinnuunglingunum úr Vípuni at koma víðari í altjóða kapping í Graz í Eysturríki sum einsamalt føroyskt lið. Seriuna hjá Vípuni hevur Antton Laine gjørt, og hon er somikið væl umtókt, at hon varð vald ársins seria til Fimleikagalla herfyri.

Føroyar hava eisini umboð við dómaraborðið í Budapest, har Elna Johannesen og Beinta Danielsen døma sum altjóða dómarar.

Á liðinum hjá Vípuni eru: Beinta Gaardbo, Elsa Maria Hansen, Rósa Hansen, Sandra Hansen, Miriam Jákupsdóttir Johansen, Sunnvá Weihe Johannesen, Rósa Hanusardóttir á Lógv, Bjørk Nolsøe og Heidi Napoleonsdóttir Jacobsen. Venjarar eru Ásleyg Toftegaard og Debora Ingvarsdóttir Stauss.

Finalan byrjar klokkan 10 í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo