Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Skúlablaðið: At hetta tiltakið var ein veldig succes, sást og hoyrdist skilliga. Tí børnini vóru ovurkát, ja, garvill, í tí larmandi og geisandi samhøllini í skúlanum. Fleiri hundrað børn stóðu í longum rað fyri at koma fram til bamsurnar, sum fegnar skrivaðu teimum autograf. Og bamsurnar fingu seg royndar við at skula lyfta eitt skúlabarn fyri og annað eftir – viðhvørt tvey í senn – upp um høvd á tí sera væl skipaða pallinum við einum veruligum super musikkanleggi. Akkurát tað, ið passar til eina slíka løtu, meðan fýra risar lyftu børn og skrivaðu autografar.

Teir vóru har í sambandi við, at teir fýra, Føroya sterkasti maður trý tey seinastu árini, Bjarni Nielsen, Laurence Shahlaei úr Bretlandi, Mikkel Leicht úr Danmark og Jon Olav Granli úr Noregi vóru við í altjóða kappingini, Toyota Battle, í Høllini á Hálsi leygardagin 19. november. Litavin, Zydraunas Savickas, alias Big Z, sum fýra ferðir hevur verið kosin heimsins sterkasti maður, var ikki við í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hann var ikki komin til Føroya henda fyrrapartin, fríggjadagin 18. november. Hann kom tó seinni og var við í kappingini í Høllini á Hálsi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo