Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

KFUK-skótarnir fegnast um hækkaðu játtanina til Skótadepilin á Selatrað og kenna ikki aftur tíðindini á Kvf.fo, um at stuðulin og markingin av honum hevur fingið ilt í okkum.

Vit sendu í gjár eitt bræv til limirnar í Fíggjarnevndini, har vit júst fegnaðust um stuðulin, men vístu samstundis á, at ynskiligt var, at stuðulin varð latin Føroya Skótaráði uttan marking.

Føroya Skótaráð er samstarvsráð fyri skótasamskipanirnar í Føroyum. Har kundi stuðulin fingið demokratiska viðgerð, sambært reglugerð hjá Føroya Skótaráð, og komið øllum føroyskum skótum til góðar.

Vegna Føroya KFUK-skótar,

Inga Foldbo Hjallnafoss
forkvinna

Fía Lindenskov
nevndarlimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo