Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

“Vit, Føroya fólk” er yvirskriftin á nýútgivnari bók, sum guddóttur mín, Bjørk Maria Kunoy, hevur skrivað.

Bjørk er bert 28 ára gomul, útbúgvin løgfrøðingur, arbeiðir sum ákæri og mamma at tveimum børnum, og hevur nú longu útgivið sína fyrstu skaldsøgu.

Til bókaútgávuna fríggjadagin rann mær til hugs hetta fantastiska áræði, sum býr í einum ungum menniskja. Hon er ímyndin av einum ættarliðið í Føroyum, sum trýr á egnan mátt og megi.

Ì somu viku, sum hendan bókin varð givin út, vann annar ungur føroyingur, Andrias Høgenni fyrstu føroysku filmsviðurslønina í Cannes.

Soleiðis eru óteljandi dømi um føroyskir úrmælingar, sum gera seg galdandi altjóða bæði innan mentan, tónleik og ítrótt. Hesi ungu fólkini eru okkara bestu ambassadørar úti í heimi.

Tey eru fyrimyndir fyri okkum øll.

Tey vísa vegin, og tey vísa á møguleikarnar. Tey vísa á, at vit føroyingar kunnu sjálv.

Hetta sama ger seg galdandi innan vinnulívið  og ferðavinnuna, har umboð javnan vinna Føroyum heiður og æru.

Spurningurin er so, hvat er tað, sum ger, at ein lutfalsliga lítil tjóð sum okkara skarar so nógv framúr ?

Eg hugsi, at lykilin liggur netupp í, at í føroyinginum er íborin ein trúgv á seg sjálvan. Tað er lagt í okkum frá barnsbeini av, at vit skulu klára okkum sjálvi og vera sjálvstøðug.  

Hevði vitjan av umboðum fyri politisku skipanina í Hebridunum herfyri. Tey vóru komin til Føroya fyri at kunna seg um, hvat vit føroyingar hava gjørt rætt, síðani vit hava so stóran búskaparvøkstur og fólkavøkstur.

Tey vóru ovfarin av tí framtaksemi og eldhuga, føroyingar løgdu fyri dagin. Hebridurnar er eitt oyggjasamfelag, sum hoyrir til Skotland og hevur lítlan sjálvsavgerðarrætt í mun til Føroyar.

Menningin hevur tíverri gingið skeiva vegin á Hebridunum.

Verður eitt fólk og ein tjóð bundin niður við avmarkaðum sjálvsavgerðarrætti, er tað trupult at mennast.

Hetta er ivaleyst galdandi fyri Hebridurnar, Hetland og onnur oyggjasamfeløg, ið ikki ikki hava neyðugu fortreytirnar fyri at mennast eftir egnum ynskjum.

Tað er tí sera umráðandi, at vit politiskt ganga á odda og alsamt vísa okkara ungu á, at vit ynskja eisini at Føroyar skulu vera sjálvbjargnar og á jøvnum føti samstarva við onnur lond. Vit skulu politiskt gera tað møguligt hjá okkara ungu at mennast, at droyma, at vóna og at skapa.

Á Fólkatingi skulu vit brúka pallin fult út og slóða fyri, at Føroyar fáa atgongd til týdingarmiklar sessir til frama fyri føroyska samfelagnum og fólkinum her býr.

• Føroyar skulu hava limaskap í Olympisku nevndini, IOC, sum ger tað møguligt hjá okkara ungu ítróttarfólkum at luttaka til Olympisku leikirnir undir føroyska Merkinum.

• Føroyar skulu hava fullan avgerðarrætt í Artiska ráðnum, so vit  sjálvi gera av, hvat hendir í arktiska økinum, sum hevur so stóran týdning fyri okkum

• Føroyar skulu gerast partur av Bolognesáttmálanum, so okkara lesandi fritt kunnu flyta ímillum hægri lærustovnar í Evropa.

• Føroyar skulu hava sjálvstøðugan limaskap í altjóða hvalaveiðifelagskapinum. Tað eru vit sjálvi, ið skulu hava ræði á tilfeinginium, sum svimur í havinum kring Føroyar.

• Føroyar skulu hava størri uttanríkispolitiskar heimildir á økjum, sum hava týdning fyri okkum sum tjóð.

Hesum vil eg virka fyri á Fólkatingi.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo