Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

– Tað er púra greitt, at fiskivinnunýskipanin hevur havt ávirkan á norður-eysturøkið av Føroyum, tí vit síggja, hvussu inntøkurnar í Suðurstreymoy vaksa og vaksa, meðan sami vøkstur als ikki er til staðar í hesum øki, sigur Jógvan Skorheim í viðmerking til VP.

– Samanbera vit framgongdina í Tórshavnar kommunu við Klaksvíkar kommunu, er framgongdin í Tórshavn 5,44 prosent samanborðið við 2,29 prosent í Klaksvíkar kommunu. Um Klaksvíkar kommunu hevði havt somu framgongd, høvdu vit verið gott 6 milliónir krónur ríkari í fjør.

– Gera vit nakrar samanberingar, kunnu vit siga, at 6 milliónir krónur svara til eitt hálvt skattaprosent. Høvdu kommunurnar kunna hækkað botnfrádráttin, høvdu vit kunna givið ein skattalætta upp á umleið 8.000 krónur um árið til tey lægst løntu.

- Høvdu vit valt at brúkt tær 6 milliónirnar til at dagføra vegakervið, kundu vit tvífalda verandi játtan, sigur Jógvan Skorheim.

– Vit skulu eisini hava í mentu, at gjøgnum allar tíðir hevur tað verið soleiðis, at kommunurnar kring landið – har fiskivinnan hevur stóran týdning og leiklut – hava havt størri vøkstur í inntøkunum í slíkum uppgangstíðum, sum samfelagið upplivir í løtuni, enn Tórshavnar kommuna.

- Hinvegin hava hesar kommunur eisini merkt stóra afturgongd í ringum tíðum, meðan Tórshavnar kommuna bert hevur havt ein lægri vøkstur. Tí er øll hendan fiskivinnunýskipanin ein umvend útjavning frá útjaðaranum og inn í miðstaðarøkið.

– Tí skelkar tað meg, at summir politikkarar ikki síggja hendan álvaran í eyguni, men royna at mála fólki ein skeiva mynd av veruleikanum, sigur Jógvan Skorheim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo