Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

- Tað kom sum ein skelkur fyri ES, at bretar á fólkaatkvøðu valdu at fara úr Europasamveldinum.

- Eftirfylgjandi hava samráðingar verið ímillum ES og Bretland um, hvussu viðurskiftini skulu vera teirra millum aftaná skilnaðin.

- Hetta eru, sum vera man, truplar samráðingar, tí ongin hevði ímynda sær, at ein slík støða kundi íkoma.

- Bretland vil hava so tætt samband við ES sum til ber, serliga á handilsøkinum, meðan ES hinvegin má ansa eftir, at Bretland lkki fær eina so góða avtalu, at onnur lond gera sum Bretland, og fara úr samveldinum.

Tað sigur Jacob vestergaard, fyrrverandi fiskiráðharri, tá ið VP biður um eina viðmerking frá fyrrverandi fiskiráðharranum í sambandi við samráðingarnar hjá føroyingum nú upp undir Brexit, og um eitt sindur av søguligum yvirliti í sambandi við fiskivinnuna higartil.

- Broytta støðan ger, at føroyingar eru farnir at fyrireika seg til at gera avtalur á m.a. handils- og fiskivinnuøkinum við Bretland, avtalur, sum frammanundan hava verið partar av avtalunum við ES.

- Havandi tey søguligu sambondini ímillum Føroyar og Bretland og tætta sambandi ímillum partarnar í huga, átti tað at verið laga manni at fingið góðar avtalur við Bretland.

- Serliga á handilsøkinum eiga vit at venda aftur til tíðina, áðrenn Bretland fór uppí ES, tá vit frítt kundu flyta vørur inn á bretska marknaðin, sigur Jacob Vestergaard.

Hann vísur á, at á fiskivinnuøkinum verður Bretland “nýtt” strandaland, tá talan er um samráðingar um makrel, sild og svartkjaft.

- Á fiskivinnuøkinum hevur Føroyar eina sterka støðu, serliga tá tað snýr seg um pelagiskan fisk.

- Eisini á tí økinum hava vit eitt gott útgangsstøði.

- Eisini skulu vit hava eina sínamillum fiskiveiðuavtalu við Bretland, hóast ein slík hevur minni týdning.

- Stóra avbjóðingin er ikki at ein “nýggjur” leikari er komin á vøllin, men heldur hvør tað er, sum vegna Føroyar, skal gera avtalur um makrel, sild og svartkjaft, og syrgja fyri, at føroyska støðan og føroysku áhugamálini verða varðveitt, so Føroyar fær sín rættvísa part av fiskiríkidøminum í Norðuratlantshavinum, sigur fyrrverandi fiskiráðharrin.

Og Jacob Vestergaard heldur, at hjá sitandi fiskiráðharra hevur gingið illa í hond.

- Hann kann ikki vísa á nakað ítøkiligt dømi, har hansara leiklutur hevur ført til, at Føroyar og føroyska fiskivinnan stendur seg betur í kappingini, tvørtur ímóti.

- Lógin um fyrisiting av sjófeingi við m.ø. uppboðssølu og politiskari útlutan, umframt økt tilfeingisgjøld, hava gjørt, at kappingarføri og harvið menningarmøguleikarnir hjá føroysku fiskivinnuni eru versnaðir munandi.

- Hetta eru alt viðurskifti, sum sitandi fiskimálaráðharri hevur sett út í kortið, og á samráðingarøkinum er sama skilið.

- Í undanfarnum samgongum eydnaðist tað okkum at lyfta Føroyar á eitt nýtt og hægri støði, hvat pelagiskum fiski viðvíkur. Vit gjørdu upp og fóru burturúr makrel- og sildaavtaluni, og sum avleiðing av hesum, segði ES svartkjaftaavtaluna upp.

- Øll kenna “makrelstríðið”, har tað eydnaðist okkum at vinna Føroyum munandi størri rættindir. Vit vóru eisini nær við at gera avtalu um svartkjaftin, har Føroyar og ES, sum teir stóru partarnir, vóru samdir um sínámillum býtið.

Og niðurstøðan hjá Jacob Vestergaard er, at síðan tá er onki hent á tí økinum.

- Makrelavtalan, sum vit gjørdu, er enn í gildið, men skal skjótt endurnýggjast. Hóast vit í 2015 vóru nær við at gera eina svartkjaftaavtalu, er tað enn ikki eydnast at koma á mál, og gera eina svartkjaftaavtalu.

- Tað sama er galdandi við norðhavssildini, har tað heldur ikki er eydnast at finna semju millum partarnar.

- Tað sum hendi um ársskiftið í samráðingunum millum Føroyar og Ísland um fiskiveiðuavtalu millum londini, er tað sum órógvar mest.

- Landsstýrismaðurin vildi hava nýggja og øðrvísi avtalu við Ísland, og setti hart ímóti hørðum. Hann noktaði at gera avtalu, fyrrenn broytingar vóru gjørdar.

- Tá íslendingar gjørdu tað sama, settu hart móti hørðum, og søgdu galdandu avtalur (lodnu) upp, bakkaði landsstýrismaðurin.

- Úrslitið var, at Føroyar fekk eina verri avtalu við Ísland enn frammanundan. Ísland slapp, við fleiri skipum, framhaldandi at fiska allan sín svartkjaft í føroyskum sjógvi.

- Ein kann ugga seg við, at Brexit ikki verður fyrrenn næsta ár, sigur Jacob Vestergaard sum ikki hevur stórt álit á, at núsitandi fiskiráðharri er væl skikkaður til Brexit-samráðingarnar út frá tí sum higartil er hent.

- Til ta tíð hava vit vónandi fingið eitt nýtt landsstýri, sum umframt at broyta oyðileggjandi fiskivinnulóggávuna, aftur fær skil á teimum fiskivinnusamráðingum, vit hava við onnur lond, sigur Jacob Vestergaard at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo