Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Trúboðin: Helena Kannuberg og Brandur Sjúrðarson fingu ein son fyri góðum trimum mánaðum síðan. Meðan Helena gekk við soninum, vóru tey í skannaranum fyri at vita, um alt var í lagi. Tey gjørdust skelkað, tá ið prátið beinanvegin fór at snúgva seg um fosturtøku, av tí at barnið hevði klumpfót.

– Vit skiltu einki. Spurdu, hví vit so skuldu kanna barnið nærri, um tað kortini onga hjálp fekk. Soleiðis sum vit skiltu tað, so kundi ein blóðroynd eftir føðing eisini staðfesta, um nakað var galið, og ein slík blóðroynd setur jú ikki lívið hjá barninum í váða, sigur Helena.

Svarið, tey fingu frá yvirlæknanum, skelkaði tey: “Vit ynskja at kanna barnið nærri, tí um nakað er galið, so kunnu vit gera eina fosturtøku”, segði yvirlæknin.

– Fosturtøku! Eg var skelkað og gjørdist eitt sindur ill. Fyri nakað so meinaleyst sum klumpfót, sum eg annars havi kent til alt mítt lív? At taka okkara barn, sum vit fyri tveimum døgum síðani høvdu sæð hjartaslátturin hjá?

Tey fingu at vita, at hetta var ein avgerð, sum hevði skund, tí Helena longu var komin góðar 20 vikur og talan tískil var um eina seina fosturtøku.

– Vit søgdu nei takk. Yvirlæknin nikkaði og segði, at um vit veruliga ynsktu barnið, so kundi hon geva okkum eina tilvísing til deildina, sum tekur sær av børnum við klumpfóti. Hví kemur handa upplýsingin ikki fyrrenn nú? hugsaði eg illa við og legði til merkis, at sjúkrasysturin, sum eisini var til staðar undir hesi samrøðuni, andaði lættan, sigur Helena.

Øll samrøðan kann lesast í Trúboðanum, sum er komin út í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo