Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Synergi: - “Vit skulu øll hava dirvið at stíga út av eggini og royna okkurt annað, um verandi støða ikki er nóg góð” .

Soleiðis ljóðar ein av boðskapunum hjá Jan Ziskasen, stjóra á Føroya Tele. Jan Ziskasen skal halda fyrilestur á Leiðaradegnum, sum verður 25. januar.

- Viðhvørt er neyðugt at stíga út av eggini fyri áhaldandi at mennast. Vit mugu tora at seta okkum stór mál, og lata tey skapa meining og leggja spírar, sigur Jan Ziskasen.

Høvuðsevnið á Leiðaradegnum er spurningurin um alt skal geva meining.

Jan Ziskasen vísir á, at arbeiðslív og privatlív eru so samantvinnað, at bæði tvey mugu geva meining. Og hann heldur, at tí skulu øll gera sær meiri ómak at vera við at seta kósina fyri egið lív.

Vit kunnu eisini velja at taka róðrið

- Vit kunnu gott fara í gjøgum eitt heilt lív og bara eta livurpostei upp á breyð. Vit kunnu eisini velja at taka róðrið og leggja kósina sjálvi, sigur Jan Ziskasen.

- Tað er ikki altíð, at tú kennir tína endastøð ella títt næsta mál, men um tú einki gert, hevur tú onga ávirkan á tína kós, sigur stjórin á Føroya Tele.

Les alt um Leiðaradagin á www.leidaradagurin.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo