Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Fjølmiðlaviðgerðin av málinum viðvíkjandi hummaraveiðu og aling á somu økjum tykist vera merkt av misskiljingum. Í fjølmiðlunum hevur tað ljóðað sum alifyritøkurnar kunnu keypa seg til arbeiðsfrið.

Soleiðis hongur tað ikki saman, tí vit selja ikki arbeiðsfrið, og tað er heldur ikki ein søluvøra sum vit eiga.

Tvørturímóti ynskja vit bara at fáa arbeiðsfrið.

Tað sum okkara mál í stuttum snýr seg um, er hetta: Hummaraveiða hevur verið á Árnafirðið í langa tíð, nógv longur enn nøkur aling hevur verið har.

Árnafjørður var ein sera góður fjørður til hummaraveiðu, og tí valdu vit at gera íløgur í hummaraloyvir, bát og útgerð fyri nógvar pengar, soleiðis at vit kundu uppbyggja eina burðadygga hummaraveiðu á Árnafirði.

Hetta gekk eisini eftir ætlan í byrjanini, har vit við miðvísari stovnsrøkt royndu at økja um og uppbyggja stovnin, soleiðis at meira kundi veiðast av tí stóra og góða hummaranum. Hetta varð gjørt á teimum bestu hummaraøkjunum á Árnafirði.

Tað sum síðani er hent, er at Bakkafrost hevur flutt og økt munandi um sítt aliøkið. Tað er sjálvandi eisini í lagi at aliøki skulu kunnu broytast ella flytast eitt sindur, men í hesum førinum er tað hent, at aliøkið er lagt júst har sum besta hummaraøkið er, og har vit við góðum úrslitum uppbygdu humarastovnin.

Tað sum vit eru misnøgdir við í hesum, er at tað eigur at verða tikið atlit til okkara virksemi eisini, og tað er tað als ikki í hesum førinum.

Vit eru bara skúgvaðir burtur sum smábørn. Hetta hevur totalt tikið grundarlagið undan okkara hummaraveiðu og okkara íløgu, og tí gera vit vart við okkum.

Tá ið atlit ikki verður tikið til okkara virksemi, og at tað bara er annar parturin sum skal fáa allarbestu karmar til sítt virksemi, og virksemi hjá hinum partinum bara verður oyðilagt, so halda vit ikki at tað er ov nógv forlanga um vit høvdu fingið eitt fíggjarligt endurgjald fyri tann miss sum vit hava havt.

Hetta hevur verið eitt langt og keðiligt stríð hjá okkum, og tí fegnast vit nú um at Kærustovnurin gevur okkum viðhald, og er komin til ta niðurstøðu, at her gongur ikki alt rætt fyri seg.

Og tað kann jú heldur ikki vera rætt, at bara tí ein partur er stórur og sterkur, so kann hann hóreiggja sær sum honum lystur ímóti tí lítla við góðkenning og vælsignilsi frá almennum myndugleika.

Hetta hevur einki við at keypa sær arbeiðsfrið at gera, tað snýr seg um at tveir partar í sátt og semju,og við virðing fyri hvørjum øðrum, kunnu virka á sama øki, og har báðir partar eru nøgdir.

Poul Eiden Müller

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo