Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Fólk í bygdini Skálabotnur vilja nú hava navnið broytt til Skálafjørður.

Tá eg gekk í barnaskúla í Søldarfirði í sekstiárunum, vóru Føroyakort har á donskum, og har hevði fjørðurin navnið “Solmundefjord” ella á føroyskum Sólmundarfjørður.

Nær fjørðurin hevur fingið navnabroyting til Skálafjørður, veit eg ikki - kanska tá Skáli er blivin størsta bygdin á fjørðinum, helst tíðliga í seinastu øld.

Ber tað til at hava tvær bygdir á sama fjørði, ið báðar enda uppá fjørður, ella vilja fólk hava tað tað at vera Skálafjørður og Søldabotnur?

Eg minnist í sesktiárunum, at abbi mín og mangir við honum driftaðu sildagørn á fjørðinum, og tá bleiv ofta tosað um, at “ botnarirnir” høvdu fingið væl av sild, og so løgdu hesir frá landi, tí so var sild at fáa.

Skálabotnur liggur inni á botni á fjørðinum, og har stavar navnið helst frá, og skulu vit lurta eftir nøkrum av íbúgvunum í Skálabotni, sum siga, at bygdin æt Skálafjørður frá gamlari tíð, so haldi eg, at vit skulu finna gomlu donsku Føroyakortini fram og geva fjørðinum rætta navnið aftur: Sólmundarfjørður.

Við Jólakvøðu
Ólavur Groth

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo