Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Politikkur

51.000.00 menniskju koma ongantíð at gera avtalur á “jøvnum føti” við lond við 51 mió íbúgvum.

Tær sokallaðu FRÆLSU TJÓÐIRNAR, sum vit skulu knýta sambond við á ” jøvnum føti”, eru í veruleikanum nógv MINNI FRÆLSAR enn vit eru. Her bekla vit.

Tað kemst av teirri einfaldu orsøk, at hesar tjóðir eru tvungnar at vera limir í fleiri enn 50 ymsum atljóða felagsskapum, fyri at fungera sum tjóðir.

Tað krevur eina ørgrynnu av vitan. Eina ørgrynnu av embætisfólki, og eina ørgrynnu av peningi.

Bara EFTA limaskapurin krevur eini 35 embætisfólk.

Tað er eisini orsøkin til, at hesi sokallaðu sjálvstøðugu londini sum Ísland og Norra, fáa eini 50-60% av síni lóggávu sendandi við postinum.Og londini skulu bara makka rætt, og syrgja fyri, at henda lóggávu verður samtykt.

Annars vera londini smidaði út úr felagsskapunum, sum senda teimum postin.

Soleingi vit eru í EINUM ríkisfelagsskapi, kunnu vit heysta fyrimunirnar av ikki at vera tvungin at vera limir í so nógvum altjóða felagsskapum, uttan at stríðast við vansarnar. Uttan at missa sjálvsavgerðarrættin.

Í RÍKISFELAGSSKAPINUM sleppa vit undan, at nøkur lóg fer ígjøgnum løgtingið, sum vit ikki taka undir við av heilum huga.

Ongin lóg kemur ígjøgnum løgtingið, sum løgtingið ikki vil hava. Her bestemma vit suverent.

Einhvør altjóða felagsskapur virkar vanliga soleiðis, at hvørjaferð eitt land gerst limur í einum felagsskapi, letur landið vald frá sær til felagsskapin.

Endamálið við felagsskapinum er at taka avgerðir “Í FELAG”.

Tí skulu vit vera sjálvstøðugir limir í so FÁUM altjóða felagsskapum sum gjørligt, um vit vilja varðveita frælsi og varðveita sjálvsavgerðarrættin til sjálvi at bestemma.

Av einihvørjari merkiligari orsøk, halda summi, at um vit bara loysa frá Danmark, so eru allar súður syftar. So bestemma vit alt sjálvi.Men so lætt spælir klaverið ikki.

Hesi halda, at spurningurin um loysing er ein spurningurin um at koma inn í ein sjálvtøkuhandil fullur av felagsskapum, har tú tekur teir felagsskapir niður av hillunum sum tú vilt hava, og koyrir í innkeypskurvina.

Og so fert tú spadserandi framvið kassaapparatinum móti uthurðini, við fullari kurv av tí felagsskapsgóðgæti sum passar Føroyum, og bara tí sum Føroyar vil hava. Uttan at betala.

Men soleiðis er heimurin sum nevnt tíverri ikki skrúvaður saman longur.

Tú má lata nógv afturfyri.

Og samráðingarúrslitini eru sostatt avhengig av, hvat vit kunnu lata hinum londunum afturfyri.

Er talan um eina krígsstøðu. Hvat skuldi vit so gjørt? Sent pappírsflúgvarar yvir um skrivaraborðið.

Ella hvat?

Jákup Fróði Djurhuus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo