Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Fólkaflokkurin ætlar sær at vinna sessin á Fólkatingi aftur. Nú er stundin komin til, at nøkur ódnartøk skulu takast. Eitt av stóru málunum, sum vit fara at leggja nógva orku í, er yvirtøka av loftrúminum.

Týdningarmiklu og veruligu úrslitini henda, tá Fólkaflokkurin situr við ábyrgd.

Tað er sjón fyri søgn.

Undirgrundin bleiv yvirtikin, meðan fólkaflokkurin hevði umboð á fólkatingi.   

Hetta var í samstarvi við bláu stjørnina hjá Poul Schlutter. Tá bankaavtalan bleiv gjørd, hevði fólkaflokkurin eisini umboð á Fólkatingi. Hetta var í samstarvi við reyðu stjørnina hjá Poul Nyrup Rasmussen.   

Fólkaflokkurin kann soleiðis samstarva við øll - bæði í Føroyum og í Danmark í øllum málum, sum Føroyar og føroyingar fáa ágóða av. Hetta eru ikki bara tóm orð. Nú er stundin komin til yvirtøku av loftrúminum.

Tað verður mett, at uml  100 mill kr eru at heinta, um vit yvirtaka loftrúmið. Hesar inntøkur kunnu m. a. brúkast til at fíggja eina føroyska veðurstovu, til leiting og bjarging á sjógvi og landi í øllum tí føroyska økinum.

Leiting og bjarging kostar landskassanum í dag millum 70 - 80 mill árliga.

Hesin peningur kundi so heldur verið brúktur til onnur átroðkandi mál, so sum til heilsuverkið og fyribyrgjandi arbeiði innan heilsu.

Peningur frá loftrúminum kann eisini brúkast til at reka vita- og navigatiónstænastu í Føroyum og annars til umsitingarligan rakstur av føroyska loftrúminum og gransking til frama fyri tryggari og grønari flogvinnu.  

Her kann talan blíva um fleiri vitannartung arbeiðspláss.

Peningur frá loftrúminum kann eisini brúkast til bjargingarfeløg kring landið.

Fólkaflokkurin er besta boðið, táið umræður at brúka fólkatingssessin til frama fyri Føroyar og føroyingar, bæði í Føroyum og Danmark og kring allan heim.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Valevni fólkafloksins til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo