Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Tiltøk

Innsent: Á møtinum í Ebenezer mikukvøldið 4. januar kl. 20.00 vitjar Alina Luliana, sum er leiðari fyri Reyða Krossi í økinum Hunoduara í Rumenia.

Alina hevur í mong ár virkað sum tulkur hjá føroyingum, sum hava ferðast í økinum við hjálp.

Hon fer at greiða frá vakra landinum Rumenia og hvussu stóran mun hjálparbeiðið úr Føroyyum ger.

Sum eitt úrslit av hjálpararbeiðinum í Rumenia er eitt vælvirkandi barnaheim sett á stovn, umframt at ein skúli er byrjaður í økinum. Eisini eru samkomuhús bygd.

Alt hetta og ymiskt annað verður sagt frá á møtinum mikukvøldið kl. 20.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo