Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Flestu bussar hjá Bygdaleiðum í dag eru av slagnum Volvo, men Volvo hevur boðað øllum eigarunum frá, at teir trekkja seg úr tilboðnum at levera Volvo diesel-bussar til komandi útbjóðing.

Volvo hevur steðgað framleiðsluni av diesel-bussum, og fær tí bert leverað el- og brintbussar í framtíðini.

Scania hevur eisini boðað frá, at eingin diesel-bussur verður leveraður til Føroya.

Strandferðslan hevur bjóðað Bygdaleiðir út, og eitt uppskot liggur í løgtinginum at longja útboðið frá 5 árum  til 7 ár. Tað er tað ikki heimild til í løtuni.

Sirið Stenberg harmast um at ”grøn krøv ikki verða sett”, men til hevði borið at steðga útbjóðingini inntil Eysturoyartunnilin er skotin ígjøgnum um eitt lítið ár, so veruligi tørvurin verður kendur. 

Tað hava núverandi eigarar av Bygdaleiðum skotið upp í brævi til Strandferðsluna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo