Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Hóskvøldið, 20, desember, kl. 20.00 verður aftur skipað fyri eini vónargudstænastuni í Vesturkirkjuni.

Gudstænastan er ætlað at boða vón til øll, sum hava tungt at bera, ella sum ynskja eina stilla løtu í Guds húsi fyri jólini.

Hvør hevur sítt, og øll hava vit gott av at steðga á og fáa sett av okkum. Altargongd verður og høvi at skriva bøn, sum prestur biður fyri. Eisini ber til at tendra ljós fyri tí ella teimum, ein hugsar um.

Kirkjukaffi verður aftaná, og høvi verður at fáa eitt prát við ein av prestunum.

Allir tríggir prestarnir, sum eru tengdir at Vesturkirkjuni, taka lut, og Argjakórið syngur.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Prestarnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo