Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Í fleiri sendingum hevur Kringvarpið sett ljóskastaran á trupulleikarnar hjá eigaranum av einum føroyskum lýsingarvirki, sum millum annað livir av at hjálpa føroyingum at lýsa á Google. Støðan er "ikki haldbar" og politikararnir mugu uppí, helt eigarin sum upplivir, at lýsingarnar blíva ikki góðkendar av Google, tí tey har skilja ikki føroyskt.

Hevði tað verið eitt átak fyri at fáa Google at geva føroyska málinum sum heild betri sømdir, so kundi ein skilt tað.

Men tá tað snýr seg um at gera tað smidligari at taka breyðið úr munninum á teimum fáa privatu føroysku miðlunum, sum eftir eru, so er neyðugt at tala at. Og hví almenna Kringvarpið skal spennast fyri vognin hjá einum lýsingarseljara, sum vil senda fleiri pengar av landinum, uttan nakran kritiskan spurning, er heilt margháttligt.

Google og facebook taka sum er ein stóran luns av inntøkunum hjá privatu føroysku miðlunum, sum hóast alt brúka føroyska málið, gjalda skatt og mvg í Føroyum, og sum altíð í stóran mun hava livað av lýsingum. Frá føroyingum til føroyingar.

Um tað finnast tøl fyri, hvussu nógv føroyingar keypa lýsingar fyri frá útlendskum, sosialum miðlum sum Google, facebook og øðrum, vita vit ikki.

Men í Danmark, sum vit oftani samanbera okkum við, verður sagt, at talan er um áleið 4 milliardir lýsingarkrónur árliga sum fara lúkst í lummarnar á útlendsku risa-miðlafyritøkunum. Pengar, sum annars høvdu verið brúktir til at hjúkla um tað danska málið, mentanina, kritiska journalistikkin og demokratisku debattina.

Har, í Danmark, verður sagt, at talið á journalistum, sum starvast í privatu miðlunum, er minkað úr 3.000 til 2.000 somu ár sum útlendsku lýsingarmøguleikarnir við Google og facebook á odda hava tikið dik á seg.

Vit gita, at støðan er lítið frægari í Føroyum.

Eru avbjóðingarnar stórar hjá lítlum málum og mentanum sum teirri donsku, so er støðan ikki betri tá tað kemur til føroyskt.

Sosialu miðlarnir og netið sum heild eru góð og hent amboð, og tað nyttar onki at berjast ímóti vindmyllum. Og beinleiðis at forða føroyingum at brúka hesar nýggju lýsingarmøguleikarnar er neyvan heldur í samsvari við tíðarinnar anda.

Men skulu føroyskir politikarar og myndugleikar uppí leikin, so má tað fyrst og fremst vera útfrá okkara fortreytum.

Og ikki fyri at gera ilt verri.

Tað meinar VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo