Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Runavíkar kommuna fer frá nýggjárinum at geva øllum børnum og ungdómum í kommununi eitt sonevnt Spjaldrakort, eitt ognarkort, sum kann brúkast at gjalda fyri frítíðarvirksemi, sum barnið hevur hug at ganga til ella, sum kommunan orðar seg: "Bert teirra áhugi ræður fyri, um ognarkortið verður nýtt í fimleiki, fótbólti, kapprógving, klaverspæli, telving, frálæru í russiskum o.s.fr."

Vit skulu á hesum stað rósa Runavíkar kommunu og annars vóna, at aðrar kommunur fara somu leið.

Kommunan setur 2.000 kr av til hvørt barnið. Í Íslandi, hagani íblásturin er komin, hevur eitt nú Reykjavíkar kommuna í eini 15 ár brúkt skipanina, og alsamt hækkað upphæddina sum hvørt barnið fær, so hon nú er 2.750 kr í okkara peningi. Heilt einfalt tí, at royndirnar eru so góðar. At vera í einum felagsskapi við onnur, læra seg sosialar førleikar og vera kropsliga virkin fær ikki annað enn verið gott, og ein kann næstan undrast yvir, at ikki onkur føroysk kommuna hevur gjørt hetta fyri langari tíð síðani.

Hetta fyrsta royndarárið, har tey áleið 700 børnini og ungdómarnir í Runavíkar kommunu fáa sín limaskap í frítíðarfelagi goldnan av kommununi, fer at kosta skattgjaldarunum í kommununi hálva aðru millión krónur.

Men tað eru væl brúktir pengar.

Vit kunnu væl øll vera samd um, at okkara børn og ungu ikki skulu líða undir óhepnu, fíggjarligu støðuni, sum tey vaksnu so ella so eru komin í. Tað skulu ikki vera fíggjarligar orsøkir til, at tey velja ítróttina ella annað frítíðarvirksemi frá.

Men orðatakið sigur, at "ongin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða". Og tí átti skattalógin at verið broytt soleiðis, at tey sum forvinna sær nøkur oyru í frítíðini ikki verða fyri vanbýti.

Og so er bara hjá øðrum kommunum at taka táttin upp og gera eins og Runavíkar Kommuna.

Tað meinar VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo