At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Mítt tastatur

(tilvildarlig mynd)

Í seinastuni hevur nógv verið frammi um skip, tey flestu útlendsk, sum gera ónáðir tá tey liggja við kai, tí tey larma so illa. Hetta er ongin nýggjur trupulleiki, tí tað eru nógv ár síðani at hetta var at hoyra fyrstuferð.

Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum í gjár stóð, at nú ætla myndugleikarnir í Havn, formaðurin í havnanevndini við stuðli frá sjálvum borgarstjóranum, at banna russiskum skipum. Hvør skal siga, problemið er at skipini eru russik og ikki, at tey larma.

Tað eru jú politikararnir og ongin annar sum hevur ábyrgdina av, at borgarar sum búgva soleiðis at teir hava ampa av óljóði frá skipunum, eru farnir at mistrívast.

Tað kann ikki vera raketvísund at ljóðisolera ljósmotorarnar hjá hesum skipunum sum larma. Og tí er at seta teimum krøv um ljóðdoyving. So leingi kravið ikki finst, so gera tey sjálvsagt onki. Tí tað kostar, og er jú ikki krav.

Men tað kann ikki vera rætt at sleppa hesum skipaeigarum undan so sjálvsøgdum krøvum fyri at spara nøkur oyru, alt ímeðan fólk sum býr á hesum støðum ikki fær náttarfrið.

Tað løtu kravið er har, so er trupulleikin eisini burtur.

Longri er tann søgan ikki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo