Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Mítt tastatur

Er tað borðbært við so dýrum borði?

  • Ja sjálvandi

    15%

  • Langt úti

    52%

  • Alt ov dýrt

    28%

  • Mær tað sama

    5%

Atkvøtt hava 976

VP hevur lagt nýggja spurnarkanning út, har spurt verður um nú nógv umrødda borðið sum Móttøkuhúsið í Tórshavnar kommunu hevur keypt fyri 365.000 krónur.

Borgarar í Tórshavnar kommunu spyrja nú, hvussu hetta borðið sær út fyri ein so høgan kostnað og krevja fakta á borðið - vilja sleppa at síggja myndir av borðinum um ikki annað.

Gitingarnar eru mangar um, hvussu borðið er útgjørt, tí ein so høgur prísur má viðføra fleiri ymiskar tænastur.

Onkur spyr um borðið hevur fótabað?

Um barr er undir tí við ísmaskinu?

Fæst massasja eftir hvønn fund?

Eru robottir við hvønn stól?

Kann borðið konverterast til eitt grundstykki?

Ella pláss á røktarheimi?

Kann borðið skipa fyri býráðsfundum einsmalt?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo