Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Sitandi samgonga vann síðsta val upp á, at nú skuldi ruddast upp eftir at teir borgarligu høvdu sitið við valdið og korrumperað alt tað føroyska samfelagið seinastu mongu árini, so alt álit á politisku skipanina var fokið fyri bakka og lógloysið ráddi.

"Klokkuklárar mannagongdir", "treytaleyst nærlagni" og "rættstundis umhugsni" vóru slagorðini og loysnirnar til tess at fáa álit og samfelag aftur á beint.

Men hvussu hevur gingist hjá sitandi samgongu at umskipa føroyska samfelagið frá einum korrumperaðum og lógleysum borgarliga stýrdum samfelag, og eftir frymlinum "klokkuklárar mannagongdir", "treytaleyst nærlagni" og "rættstundis umhugsni" til eitt poilitiskt korrekt samfelag, ikki minst hvat fiskivinnu viðvíkur, verður spurt í seinastu spurnarkanningini hjá VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo