Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tema

Sum vit hava víst á í nøkrum greinum, so vísa kanningar, at tað eru ikki bara menn, sum fremja harðskap móti kvinnum, tað øvugta ger seg eisini galdandi, at kvinnur fremja harðskap móti monnum. Vit tosa um harðskap í parløgum.

Í høvuðsstaðarøkinum býr ein maður í fýratiárunum, sum hevur verið fyri ógvusligum harðskapi. Harðskapurin varð framdur bæði her í Føroyum og eitt skifti, tá maðurin flutti til unnustuna í Danmark. Maðurin ynskir ikki at verða nevndur við navni, og tað bæði skilja og virða vit. Í samrøðuni nýta vit tískil “gjørda” navnið, Leivur.

Áðrenn samrøðan varð gjørd, sóu vit myndir av skaðum, maðurin hevur fingið í andlitið og ymsa aðrastaðni á kroppin. Onkur av myndunum varð tikin á sjúkrahúsi.

Fráskildur
Fyri nøkrum árum síðani fór Leivur gjøgnum ein hjúnaskilna, og var eina tíð einsamallur við fleiri børnum. So var tað, at hann kom til tað, at hann mátti finna sær ein nýggjan maka.

- Eg fór á ymsar datingsíður, og teirra millum var ein kristilig datingsíða, ið eitur www.kristendating.dk. Sjálvur eri eg trúgvandi, so eg hugsaði, at hetta mundi vera tað rætta fyri meg. Eg kom so fram á eina mynd av eini kvinnu, og tað var eitthvørt við hesi myndini, sum fangaði meg. Sjálvur trúði eg, at hendan kvinnan var donsk. Skjótt svarar hon mær aftur, men á føroyskum, greiður Leivur frá.

Tey skriva eitt sindur aftur og fram miðskeiðis í 2016, og avtala so at møtast.

- Eg valdi at taka eitt langt vikuskifti, og fór niður at hitta hana. Eg segði henni, at ein beiggi mín búði nærindis, og at eg ætlaði at búgva hjá honum, so kundi eg vitja hana um dagin. Men tað vildi hon ikki hoyra talan um. Hon bað meg ongum siga frá um hetta, hon skuldi sjálv koma á flogvøllin eftir mær, sigur hann.

Kyssast beinanvegin
Leivur fór við flogfari úr Vágum til Billund, og har var kvinnan ímóti honum. Tey høvdu bara koyrt eina lítla løtu, so steðgaði hon, tók Leiv til síðis, og vildi kyssast og klemmast beinanvegin.

- Tað helt eg vera eitt sindur løgið, men eg eri nú einaferð soleiðis á lyndi, at eg vil gera fólk nøgd og glað, og eg lat mær lynda. So hetta gjørdist eitt øðrvísi vikuskifti, enn eg hevði væntað. Alt gekk so skjótt fyri seg, at longu tá eg fór heim aftur, høvdu vit gjørt av at taka ring uppá, so ringarnir vórðu longu bílagdir tá.

- Eg havi tann hugburðin, at tú spælir ikki við kenslurnar hjá øðrum. Her fór eg inn við tí endamáli, at giftarmál skuldi spyrjast burturúr, sigur Leivur.

Fjúrtan dagar eftir at Leivur var komin heimaftur til Føroya, kom unnustan aftaná. Hon flutti inn hjá Leivi, og búði inni hjá honum í einar tveir mánaðir. Misjavnt var, hvussu tað gekst hesa tíðina.

- Tað var rættiliga upp og niður. Onkrar góða løtur vóru, men hon byrjaði skjótt at krevja nógv uppmerksemi. Tað helt eg fyri so vítt vera í lagi fyri ein part, tí maðurin eigur at geva kvinnuni uppmerksemi. Men so byrjaðu at henda løgin ting, atferðin broyttist skjótt.

Breyt tallerkar og annað
Sum dagarnir gingu, byrjaði unnustan at fara inn í skáp, tók ting út og oyðilegði tey.

- Hon kundi taka tallerkar út úr skápunum og knúsa teir niður í gólvið, ella kasta teir niður gjøgnum trappurnar. Eg kundi eisini koma heim og hyggja inn í klædnaskápið, og tá kundu undirbuksur og hosur liggja kliptar sundur í skápinum, greiður Leivur frá.

Hvat hugsaði tú, tá tú upplivdi hetta?

- Ja, tað løgnasta er, at eg onkursvegna hevði fingið tað snilda hugskotið, at eg her hevði fingið eina gávu frá Gudi, og eg helt, at nú skuldi hon “uppdraga” meg til ein betri mann. So eg lat hana gera hetta, sigur Leivur.

Tað gekk so øðiliga skjótt, at nýggja unnustan fekk hála Leiv burtur frá øllum vanligum virksemi. Tað var ikki meira enn, at hann fekk frið at vera til arbeiðis. So skjótt arbeiðstíðin var av, noyddist hann í skundi heim. Helst skuldi hann eisini so mikið seint til arbeiðis, at hann var eitt lítið sindur ov seinur. Tað var eitt øðiligt uppmerksemi, ið varð kravt av honum. Hann slapp hvørki at síggja vinir ella familju, heldur ikki foreldur síni slapp hann at vitja fyri gentuni.

Helt tað vera galið við sær
Leivur ivaðist ikki í, at tað var sær tað var galið við. Honum bagdi okkurt í “ovastu hædd”. Tað fekk hann eisini at vita alla tíðina.

- Tú ert psykopat, og tú ert egoist, fekk eg støðugt at vita. Eg var eisini skildur fyri kortum – megnaði ikki at halda saman upp á familjuna, so tað var ivaleyst rætt, at tað var mær, tað var galið við. Í veruleikanum sá eg ikki, at talan var um manipulasjón, ikki fyrr enn nógv seinni, greiður Leivur frá.

Tá unnustan hevði verið heima í Føroyum í umleið tveir mánaðir, fór hon aftur til Danmarkar. Stutt eftir kom hon heimaftur til Føroya, og hon flutti inn aftur til Leiv. Hetta var stutt fyri jól í 2016. Tá gjørdist støðan onki mætari enn frammanundan.

(samrøðan heldur fram í einari seinni grein)

Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS

Les eisini:

Kvinnur fremja eisini harðskap

Kvinnur sláa oftari enn menn

Kvinnur kunnu pilka menn niður

Vanliga harðskapsmyndin er skeiv

Tørvur á kanning

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo