Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Tema

Tilgjørd mynd.

Kvinnuligur harðskapur móti monnum er ikki bara likamligur harðskapur, men eisini sálarligur harðskapur, har menn spakuliga verða pilkaðir niður sálarliga, sigur Suni Poulsen, sálarfrøðingur.

Eitt er, at kanningar vísa, at kvinnur sláa oftari enn menn, tær duga eisini væl at pilka menninar niður sálarliga. Og sálarligur harðskapur kann tíðum vera líka køvandi ella drepandi sum likamligur harðskapur.

- Kvinnur, sum fremja harðskap, eisini sálarligan harðskap, byrja við at isolera menninar. Teir sleppa ikki út. Teir sleppa ikki at hitta vinir og familju, tí konan ella unnustan vil hava endaleyst kontroll á teimum, sigur Suni Poulsen.

Blátt eyga
Tað klassiska fyribrigdið, vit kenna, er at maðurin gevur konuni eitt blátt eyga.

- Hitt, at konan pilkar mannin niður og sundur, verður tosað minni um. Hetta, at hon letur hann vita, at hann onki virði hevur, at hann nyttar onki, hann dugir onki, og at hann er bara til ónáðir.

- Og ætlar hann at rýma, ja, so kann hann tað sama taka lívið av sær. Tí hann skal vera glaður fyri, at konan yvirhøvur loyvir honum at vera inni hjá sær, loyvir honum at gjalda part av húsunum og húsarhaldinum. Teir kenna seg at enda púrt onki virði hava, og hetta er líka skaðiligt ella skaðiligari enn likamligi harðskapurin, sigur Suni Poulsen.

Dáma ikki offurrolluna
Kanningar vísa, at menn sum heild dáma ikki leiklutin sum offur, altso at hava leiklutin sum tann bukaði. Eitt er, at kvinnur skammast at vera fyri harðskapi, men støðan er uppaftur verri hjá teimum monnum, sum eru fyri harðskapi. Dømi eru um menn, sum hava verið so illa viðfarnir av konununi ella unnustuni, at bæði sjúkrahúsmyndugleikar og løgregla hava mælt viðkomandi at melda tilburðirnar. Men teir gjørdu tað ikki.

Likamligur og sálarligur harðskapur
Suni Poulsen sigur, at klassisku sløgini av likamligum harðskapi er at geva einum nevan, at sláa, at sparka, at kasta við lutum, at tveita heitar drykkir sum te ella kaffi í andlitið á partnaranum og líknandi.

- Tað eru eisini onnur sløg av likamligum harðskapi, til dømis larmur við tónleiki, har annar av pørtunum spælir so hart, at hin parturin ikki fær sovið. Her er kanska talan um eitt gráøki, har tað er ein blandingur av likamligum og sálarligum harðskapi, sigur leiðandi sálarfrøðingurin á Psykiatriska Deplinum.

Hinvegin ber til at siga, at allur likamligur harðskapur eisini er sálarligur harðskapur, sum tíðum byrjar við arging.

- Argingin fer so yvir í happing, og skjótt kann tað enda við skipaðari happing. Tá vil eg meta, at talan er um sálarligan ágang. Baktaling og isolering er eisini sálarligur harðskapur. At maðurin ikki sleppur at fylgjast við vinum sínum er eitt slag av sálarligum ágangi, sum vit eisini síggja menn fremja móti kvinnum, sigur Suni Poulsen.

Hann vísir eisini á kynsligan ágang, sum bæði likamligan og sálarligan harðskap, til dømis kráman, tá maðurin ikki vil hava tað. Umsorganarsvik, vantandi eyðmjúkleiki og varandi kríggj í parlagnum heldur enn semjusøkjan metir Suni Poulsen eisini sum sálarligan harðskap.

- Tráfylging (stalking) er eisini eitt slag av sálarligum ágangi, sum hevur gjørt nógv um seg seinastu nógvu árini, sigur Suni Poulsen.

(Framhald av samrøðu við Suna Poulsen í seinni grein)

Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS

Les eisini:

Kvinnur fremja eisini harðskap

Kvinnur sláa oftari enn menn

Psykiatriski depilin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo