Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Tema

Béata Mukabahire, sum starvast fyri TUG í Ruanda, heldur, at tað er trupult hjá teimum at yvirtaka alt hjálpararbeiðið sum TUG í dag ger.

Tá hjálparfelagsskapurin Tandsundhed uden Grænser (TUG) fer til tilafturskomin lond at hjálpa er endamálið altíð, at tey lokalu einaferð kunnu taka yvir.

Men tað er oftani lættari sagt enn gjørt, sigur Katharina Dam, sum var toymisleiðari hjá tannlæknunum, sum í farnu viku vóru í miðafrikanska landinum Ruanda, frá.

Hví tað er so, er sambært henni ilt at siga.

- Okkara mál er sjálvandi, at tey skulu kunna halda fram við viðgerðini tá vit eru farin heimaftur. Men onkursvegna, so tykist tað ikki at ganga heilt eftir ætlan, sigur hon við VP. Uttan umsjón frá TUG so vísir tað seg at arbeiðið skjótt steðgar upp, sigur hon.

Béata Mukabahire, sum starvast fyri TUG í Ruanda, sigur, at tað er ein orsøk til, at tey har hveppa seg við at taka yvir allar uppgávurnar, sum TUG í dag røkir.

- Vit høvdu fegin viljað, at tannlæknarnir frá TUG kundu verið her longri enn tær tvær vikurnar. Men tað er ein sera stór uppgáva at broyta hugburðin hjá fólki her, so tey skilja, at góð tannheilsa er nakað sum byrjar frá barnsbeini. Vit vilja fegin, men tað tekur tíð, sigur hon.

Sí eisini:

Smádrongurin sum mannaði seg upp

Hjálpin hevur nógv at siga fyri okkum 

Tannlæknarnir máttu arbeiða uttan ljós og streym

Viðgjørdu 346 sjúklingar í fimm dagar

Tey eru glað fyri tannbustina

Videobrellbiti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo