Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Krutl

Hann hevur savnað inn eina milliard seinastu fimtan árini. Pensjónistar og óarbeiðsfør eru teir glaðu gevararnir.

Samtíðis hevur prædikumaðurin sjálvur bygt upp eitt privat fastognarimperium.

Sjónvarps-pastor Jan Hanvold og tann kristna rásin Visjon Norge hava havt inntøkur á eina milliard norskar krónur tey seinastu 15 árini.

– Hygg eftir fólkunum í teimum gulu vestunum. Har kanst tú fara við kortinum hjá tær. Guð elskar ein glaðan gevara. Tað sum tú gevur, gevur tú ikki fyrst og fremst til okkum, men til Harran.

Sjónvarps-pastor Jan Hanvold hyggur brosandi út yvir skaran, meðan hann heldur um tráðleysu mikrofonin og strekkir vinstra arm upp í loft. Hann er óformelt klæddur. Ljósabláa skjúrtan hongur uttaná og er opin niður á bringuna.

Staðið er Telenor Arena. Hanvold, sum er bæði nevndarformaður, stovnari og redaktørur í kristnu sjónvarpsrásini Visjon Norge, hevur savnað nøkur túsund fólk til konferansu um kraftargerðir í Fornebu. Høvuðstalari er ápostul Maldonado úr USA. Hann sigst hava reist fólk upp frá deyðum, við Guðs hjálp.

Les meira her

Sí dokumentarin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo