Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

– Tá ið tú tekur tey liðini sum brúka mest pengar, so eru tað ikki altíð tey sum vinna mest steyp. Leicester er eitt strálandi dømi um júst tað, sigur Wenger.

Wenger er í løtuni í Los Angeles har The Gunners skulu leika móti meksikanska Chivas í nátt.

Á einum tíðindafundi, sum er endurgivin av ESPN umtalar fraklendingurin keypið av Pogba sum tann reina «ørskap».

– Tað er fullkomin ørskapur um tú samanber hetta við vanliga lívið. Tað er heilt vist. Men fótbóltur er ikki nakað vanligt lív, segði Wenger.

– Vit liva í einum heimi har øll ítrótt skapar nógvar pengar. Fótbólturin er vorðin ein heimsumfatandi kapping og tá hava feløgini ráð til at brúka slíkar upphæddir. Men um tað gevur meing í formi av at leikararnir rættvísgera hesar risastóru íløgurnar er ringt at siga, segði Arsenal-venjarin sambært norska TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo