Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Føroyska ferðastovan WeTravel og Atlantsflog hava nú aftur undirskrivað sátmála, sum ger tað møguligt at flúgva beinleiðis úr Føroyum til Róm og aftur komandi páskir.

Túrurin verður frá 25. mars til 1. apríl.

Italski høvuðsstaðurin hevur nógv at bjóða, sum hóskar væl til eina páskaferiu. WeTravel skipar fyri fleiri túrum í býnum við ferðaleiðara eitt nú verður tað føroyskir ferðaleiðari sum er staðkendur. Eitt nú verður farið til Colloseum, Villa Adriana og katakomburnar. Møguleiki er eisini at fara til fótbóltsdyst ein av døgunum.

Longu áðrenn forsøluna hevur verði møguligt hjá føroyingum at melda seg til túrin og kann ikki annað enn sigast, at áhugin hevur verið stórur. Kanska kemst hetta av seinasta túrinum í fjør við 20 hitastigum og við live tónleiki umborð á Atlantic.

- WeTravel hevur virkað nú líka undir 2 ár og kann ikki annað sigast enn, at móttøkan hevur verið sera góð og hetta takka vit fyri, sigur Jacob Slyne, eigari av WeTravel.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo