Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Tónleikur

Nú kemur X-factor vinnarin, Kristian Kjærlund, til Føroya. Hann fer at framføra á Torginum í SMS leygardagin 18. mai kl. 16.00.

Fyri einum mánaða síðan kundu føroyingar síggja Kristian Kjærlund fara avstað við sigrinum í X-factor á TV2. Ein væl uppiborin sigur av einum sera samansettum artisti. Kristian er eitt nú samanborin við ongan minni enn David Bowie sála. Bæði vegna sítt listarliga brá og rødd.

Kristian Kjælund framførdi eitt nú løgini ‘Common People’ við Pulp, ‘Green light’ við Lorde og ‘Do I wanna know’ við Artic Monkeys til X-factor kappingarnar, og eru hetta nøkur av løgunum føroysku X-factor fjeppararnir fara at hoyra leygardagin. Kristian fer sjálvandi eisini at framføra sítt egna lag ‘Lost and profound’.

Eftir X-factor finaluna hevur Kristian framført fleiri ferð um vikuna kring alt Danmark. Tað er sostatt ein væl vandur X-factor vinnari, sum fer at framføra á Torginum í SMS, leygardagin 18. mai kl.16.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo