Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Bøndur og íbúgvar í Saksun mótmæla nú, at Sunda kommuna fremur ætlaðu útbyggingina av parkeringsøkjum við wc, húsum, gøtum og øðrum til ferðafólk. 

- Ætlaða útbyggingin gagnar ikki Saksun, ei heldur Sunda kommunu, føra Saksun-búgvar fram í einum mótmælisskrivi, sum er sent Sunda kommunu.

Saksun-búgvar sláa fast, at teir ynskja, at ferðafólkastreymurin til Saksunar verður tálmaður.

- Vit heita á Sunda kommunu um at taka hetta mótmæli í størsta álvara og heldur raðfesta átøk, sum menna eina ábyrgdarfulla ferðavinnu, ið tekur atlit til nattúru- og umhvørvi, mentanararv og lokalsamfelagið í Saksun.

- Uttan eitt tætt samstarv við bøndur og bygdafólk verður ferðavinnan framhaldandi ein byrða fyri bygdina! Tí er neyðugt at tosa nærri um framtíðarætlanir í Saksun, siga Saksun-búgvar í skrivinum.

Mótmælið kemur í kjalarvørrinum av einari ætlan hjá Sunda kommuna um útbygging av umleið 100 parkeringsplássum við Dúvugarðar í Saksun. Partur av hesari ætlan er at gera almenn vesi fyri at betra um viðurskiftini, tá nógv ferðafólk koma til Saksunar
.

Mótmælið er undirskrivað av Jógvani Magnusson, Jóhan Jógvansson, Sonju Dalsgaard Nolsøe, Páll Svartá, Gurli Svartá, Herálvi Hansen, Esben Poulsen og André Kruse.

Sambært Sunda kommunu eru níggju fólk, harímillum eisini okkurt smábarn, skrásett sum búsitandi í Saksun. Harvið er tað øll bygdin, sum stendur aftanfyri mótmælið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo