Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Krutl

Kollvelting mikil um landið er farin,
mørk eru strikað, og rivin er varðin.
Fjøldin hon fýkur í allar ættir,
grenjar, og etur bert útlendskar rættir.

Áður var trappa ein óslættur steinur,
av dagligum fetum var slípaður reinur;
nú glitrandi flísar í túninum skína,
sjálvt djarvastu gestir tær piprandi trína.

Í forum var motta ein posakloddi,
sum føturnir mangir dagliga troddu,
nú snjóhvít motta úr garvaðum skinni
í gongini liggur, og eingin er inni.

Menniskjum møtir tú sera fáum
bert onkrum oldingi, rukkutum, gráum.
Mong sita negld framman iPhone og teldu,
tann lutur er vorðin til lívsins keldu.

Hugna og heimið og børnini gloyma,
inn í ein fjarðan heim okkum droyma.
Gogar á stovnum upp børnini ala,
hegnaði inni í garðinum mæla.

Áður var pilturin ei gyrdur inni,
rann heim til móðir, tá tár vætti kinni.
Leikvøllur víður var um at fara,
røkk heilt av tindi og oman í tara.

Dýggjvátar hosur og kolskitnar skógvar,
hálvvátar brøkur og dálkaðar lógvar,
børn ikki longur sleppa at vera,
sunnudagsklæðir hvønn yrkadag bera.

Skjótt rennur tíðin og børn eru flogin,
úr hvørjum verki var lívsmegin sogin?
Minnast tey aftur á smáttu og blómu,
ella á borgina fínu, men tómu?

jsm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo