Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Kendi danski arkitekturin, Poul Henningsen (1894 – 1967), var ein sannur multikunstnari. Hann teknaði, málaði skrivaði og yrkti, og var – í 1930’unum - ein av høvuðsmonnunum fyri kulturradikalismuni í Danmark.

Tað var eisini um tað mundi, at hann yrkti sangin: Sproget (1936). Ein kensluborin yrking  um móðurmálið. Annars er PH í dag eina mest kendur fyri sínar PH-lampur.

Vakra yrkingin um móðurmálið, “Sproget”,  verður niðanfyri endurgivin í føroyskari týðing / føroyskum hami.

Móðurmálið

1. Fyri mær er málið mammusa ljómfagra rødd
stutt og klárt sum hamarsláttur
við mjúkum sveiggi.

2. Hvørt orð er reint og runt og lætt at siga
allir hvassir kantar rundaðir
í dagligum brúki.

3. Tær grønu líðir og stabbagrót.
Sólskinsløtur og sóknaronglar.

4. Alt tað hevur eisini rætt. Hvørt ting sína tíð.
Orð skal vera amboð fyrst
og so musikkur.

5. Hoyr norðan seiga noy, og sunnan kvika nei.
Vágagellan við langa i
ella svínoyar flata a. 

6. Tað’ lívsins spælipláss, málsins malarbrúgv.
Her verður málið eins og malargrótið
snøggað, rundað og skúrað til.

7. Tey fínu fólkini, tann torskilda yrking
- lat tey bara eiga tað skrivaða orðið.

8. Men tað er brúksvirðið í tínum og mínum munni
málið stendur og fellur við:
Tí talaða orðinum.

Poul Henningsen 1936, (1894-1967)
Regin Eikhólm týtt 2016  

Regin Eikhólm, Málfelagið 30.09.2016 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo