Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vinna

Hagstovan: Í juni vóru løntakararnir 27.066 í tali. Tað er fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 27.000.

Løntakaratalið er vaksið síðani 2013 og setir framvegis nýggj met.

Hetta er fyrstu ferð, at løntakaratalið í bólkinum "Byggivinna o.o. tilvirking" er størri enn talið av løntakarum í bólkinum "Fiskivinna o.o. ráevnisvinna". Gongdin vísir, at meðan løntakaratalið í "Byggivinna o.o. tilvirking" er vaksið síðan 2013 við góðum 1.000 løntakarum hevur løntakaratalið í "Fiskivinnu o.o. ráevnisvinna" ligið javnt um 4.000 hesa tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo