Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Frítíðarløn eiga øll tímalønt fyrstu dagarnar í mai. Og hjá teimum allar flestu koma pengarnir á kontu, har lønin vanliga kemur, uttan nakað hóvasták.

Men nøkur fáa ikki pengarnar, uttan at tey aktivt hava gjørt krav uppá teir. Tað eru eitt nú tey, sum hava lønarkontu saman við makanum, men har teirra navn ikki stendur nevnt sum tað fyrsta á felags kontuni. Hesi fáa ein sonevndan "slip", sum TAKS kallar tað, sum tey skulu í bankan við, og gera tey ikki tað áðrenn eina freist uppá nakrar vikur, so fella pengarnir aftur til Frítíðargrunnin. Ganga 5 ár uttan at eigarin hevur gjørt vart við seg, so er kravið fyrnað.

Ein samanteljing, sum VP hevur biðið um frá Frítíðargrunninum, vísir, at árini frá 2015 til í ár eru íalt góðar 743.000 krónur ongantíð komnar fram til eigaran. Heilt einfalt tí, at eigarin í hesum serstøku førunum skal gera krav uppá peningin, áðrenn hann verður útgoldin. Og tað hevur eigarin ikki gjørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo