Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Føroyskir læknar uttanlands vilja við hesum harðliga átala gongdini í føroyska heilsuverkinum. 

Læknar og fakkunnleikin annars bæði í Føroyum og uttanlands hava nú gjøgnum fleiri ár rópt varskó uttan at politiska skipanin tykist skilja álvaran í hesum máli. 

Tað er einki minni enn nasadjarvt og skilaleyst at føroyska heilsuverkið aftur skal spara.  Ár eftir ár at niðurraðfesta føroyska heilsuverkið ger støðuna bert verri og verri fyri hvørt ár sum gongur.  Taparin er tann føroyski sjúklingurin. Ein støðug niðurlaging av heilsuverkinum á ein tílíkan hátt ger, at tað í minni og minni mun kann samanberast við heilsuverkið í grannalondunum. Føroyingurin fer ikki at fáa hjálp á sama støði sum í hinum Norðurlondunum. 

Ábyrgdarleyst, óvirðuligt og óforsvarligt

Nógvir føroyskir læknar uttanlands fylgja væl við í gongdini í Føroyum. Vit sita málleys og spyrjandi. Men eisini eru vit stúrin.  Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst, at fólk, ið eru sett at stýra føroyska heilsuverkinum ikki taka talríkar áheitanir til eftirtektar. Hetta vitnar um, hvussu lítlan kunnleika  tey hava um hetta kompleksa økið.

Politiska skipanin sýnir lítla og onga virðing fyri øllum teimum, sum hvønn dag og hvørja nátt, 365 dagar um árið halda hjólini í føroyska heilsuverkinum koyrandi. Fólk sum taka sítt arbeiði í størsta álvara, men sum nú væl skilligt hava lyndi til at geva skarvin yvir.  

Apati, resignatión og ørkymlan valdar. 

Tað verður alsamt minni áhugavert hjá tí komandi ættarliðnum av føroyskum serlæknum at venda aftur til Føroya. Eitt komandi ættarlið av serlæknum sum framhaldandi eisini vilja kunna gagnnýta ta framgongd sum allatíðina er innan læknavísund, og harvið veita sjúklinginum bestu viðgerð.

Føroyska heilsuverkið tykist at vera í einari óndari ringrás og í vanda fyri at enda sum eitt óforsvarligt heilsuverk. 

Hetta fer at raka tey sjúku í Føroyum harðast. 

Enn eitt varskó

Politiska skipanin handferð heilsuverkið beinleiðis vanvirðiligt og hevur ikki innlit í og kunnleika at síggja hvørjar avleiðingar hetta longu hevur fingið, og hvørjar álvarsligar avleiðingar hetta fer at hava í nógv ár framyvir. 

Føroyingar mugu nú krevja tað, sum vit hava krav uppá og rætt til, nevnliga eitt forsvarligt heilsuverk sum kann sammetast við grannalondini.  Politiska skipanin prógvar enn einaferð, at hon ikki er før fyri og ikki megnar at lyfta hesa týdningarmiklu uppgávu.

Við hesum vilja vit, føroyskir læknar uttanlands enn einaferð rópa varskó og harðliga átala gongdini. 

Føroyskir læknar uttanlands

Sigrid Svartá

Sólfríð Fjallsbak 

Jann Mortensen

Heidi Madsen

Silvia K. Weihe Meienburg

Martin Meienburg

Magda Lamba Altinok

Regin Lamhauge

Hans Arni Ellefsen

Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus

Andreas Á Dul Poulsen

Absalon Eysturoy

Herborg L. Johannesen

Johanna Petersen

Regin Djurhuus Hammer

Martha Haahr

Tordis Kristiansdóttir

Súsanna Reinert-Petersen

Diana Reynstind

Jón Rafael Clementsen

Súsanna Petersen

Heðin Jacobsen

Tóra Heðinsdóttir

Valborg Heinesen

Mary Højgaard Hansen

John Petersen

Jógvan Øregaard

Katrin Olsen

Eivind Warberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo