Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag var gamla B36-húsið tikið niður. Í tí sambandi hevur kommunan nakrar hugleiðingar um umhvørvið í Gundadali

Nú hava vit livað við eini samanrenning av Bíbliutrúgvum kristindómi og fólkaræðisligari tingskipan í eina tíð

Ágóðin frá jólamerkjum fer beinleiðis til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum

Kuldi og klárur himmal eru tvær av fortreytunum, og tær vóru til staðar nógvastaðni í kvøld

Endamálið er at stimbra ungar seyðahundar

Filmurin varð vístur á stórari ráðstevnu í Milano

Tala og Hoyrn fegnast um, at Samrøðuspælið, ið er ætlað sum hjálparamboð til samskifti og talu hjá eitt nú eldri og búfólkum, er so sera væl móttikið kring landið. Felagið hevur fingið nógvar jaligar afturmeldinga

Dátugrunnurin er eitt neyðugt amboð sum stýrið og Tina í Dali Wagner hava arbeitt støðugt fram ímóti

- Eg eri kynsliga misnýtt, og tað vil eg ikki skammast um. Eg vil ikki skammast um tað, tí tað var ikki mín skyld. Tað helt eg, at tað var. Og tað helt hann eisini. Tað segði hann í hvussu er. At tað var eg, sum var byrjað

Hesa ársins tíð mugu vit vænta eitt sindur av hvørjum, tá tað ræður um veðrið. Tað verður nógvur vindur ein stóran part av vikuni, eisini avfall og kuldi

Bygge- & Anlægsavisen ger nógv burtur úr føroyskum byggiverkætlanum

Klokkan tvey skal klokkan flytast aftur til klokkan eitt

Fleiri fólk vóru til bókaframløgu á Panamé Cafe í vikuni

Í eini nýggjari forvitnisligari sendirøð sleppur tú at uppliva Havnina, sum hon var fyrr í tíðini. Margretha Nónklett, býarsavnsvørður, er vertur á poddvarpsrøðini Gripagoymslan

Homo bodoensis livdi í Afrika fyri umleið 600.000 árum síðani, skrivar New Scientist

Hann er 85 ár, og hevur í 56 ár búð einsamallur á grønlendsku oynni Kingitoq

Steintóra Erhardsdóttir er nýggjasti presturin í fólkakirkjuni

- Endamálið við spurningunum, sum svarast á netinum, er at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum, ið eru eldri enn átjan ár

Vinnaramyndin á ársins Siena International Photo Awards 2021 vísir avleiðingarnar av krígnum í Sýria

Núverandi met undir ísi er 2 tímar og 35 minuttir - men tað er tað ikki longur

Sjónleikarin Harrison Ford misti sítt kredittkort í Italia, men nú hevur hann fingið tað aftur

Tá ið kanadiska parið hevði funnið dreymahúsið, var bert ein trupulleiki. Húsið stóð á skeivum stað

Tað verður lýtt eftir árstíðini í vikuni sum kemur

Sjálvt sosialdemokratiskir flokkar, røttu megin trúnna uppá menniskjað, tvíhildu um, at íbúðarbygging var ein privatsak, sum avgjørt var fyri hin einstaka

Tað er betri fyri umhvørvi at ganga í klæðum sum eru úr kunstevnum, heldur ein nevnd undir ES

Sum 16 ára gamal varð Hávard Vatnhamar fyri eini álvarsligari arbeiðsvanlukku, tá hann bleiv fastur í einum spæli umborð á einum fiskiskipi

Barbara Holm og Annika Olsen skifta orð um í KVF, hvussu tað er fáa viðmerkingar um útsjónd, tá tær eru til arbeiðis

Filmsfelagið fer í næstum at sýna klassikaran "The Graduate". Hanus Kamban innleiðir

Á lítlari salón har norðuri í India, er hárklipping ikki bert vanlig klipping, men her verður hon flutt upp á eitt høgt og listaligt støði

Soleiðis verður veðrið komandi vikuna

Á Eiði duga tey at gera eitt sera hugnaligt og áhugavert tiltak sum tey kalla Heystfagnað. Sí nakrar myndir frá tiltakinum her

Tá ið maðurin legði frá sær fyri aldur, fekk hann stundir at uppfylla ynski, sum konan hevði havt leingi: Vítt og bjart útsýni úr kamarsvindeyganum

- Nýggju listaligu sprotarnir, Jósef og Dania, sum bæði koma úr Brøðrasamkomum, venda aftur til menniskjuna, halda hana fram, og siga sum Grundtvig: menniskja fyrst, kristin so

- Eg øtist so mikið, at nú má hjartamedisinið á borðið

- Allastaðni har eg komi, verður útvarpið sløkt

Her er eitt yvirlit yvir tey sum skulu fermast í ymsu kirkjunum í morgin

Í morgunsendingini fríggjamorgun í Lindini hevði Jóhannes Miðskarð samrøðu við Tummas Jákup Thomsen um rústrupulleikar og rúsviðgerð

Í fjør leigaði Høgni Mohr, rithøvundur, eitt hús í Tjørnuvík, so hann fekk frið at skriva sína nýggju skaldsøgu lidna, og gjørdi Rógvi Rasmussen, freelance fotografur, nakrar upptøkur og samrøður við hann um bókina

Tann 63 ára gamla poppdrotningin legði seg á borðið hjá talkshow-vertinum og fór at posera

”Kristindómurin tók bara virði, sum grikkar og onnur longu høvdu frammanundan, og førdi tey víðari.” Nakað soleiðis ljóðaði pástandurin í poddvarpi hjá KVF

 

Vikan endar við framvísing í dag

Her eru tvey uppskot til staðseting av Nólsoyar Páll úti við Skansan

Facebook-varskógvarin Francis Haugen var í «60 minutes» sunnudagin og kom við ikki smávegis skuldsetingum móti felagnum

Men kanska nakað lýtt hjá teimum ið ætla at heingja kjøt upp

Tær fimm røddirnar í Kata tulkaðu kvæði, skjaldur og barnarím ”um risar við hjartasorg, uppfinningarsamar ungmoyggjar, víkingastríð, syrgiligar lagnur og stuttligar søgur,” sum tær søgdu, undirfundigar

- Beint nú eru tað 1500 fólk, sum hava sæð James Bond, og 2200 atgongumerki eru seld, sigur Mourits Clementsen úr Havnar Bio á nátturða leygarkvøldið

Tað var ein sensasjón tá ið Vínlandskortið var almannakunngjørt í 1960’unum

Hvussu skulu afganskar kvinnur anga, hvønn lit skulu klæðini hava, og hvussu illa skulu skógvarnir larma?

- Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin

- Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin