Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Shu-bi-dua gleðir seg til stóra jubileumskonsert í Føroyum.

Leygarkvøldið 25. november spælir Shu-bi-dua 2.0 stóra 50 ára jubleumskonsert í Høllini á Hálsi í Havn. Teir hava spælt fleiri konsertir í Danmark og vildu sleppa til Føroya at spæla øll tey stóru hittini eina ferð aftrat.

Tónleikararnir í Shu-bi-dua hava áður spælt í Føroyum, og teir halda, at tað er nakað heilt serligt.

– Ein av teimum konsertunum, sum vit oftast tosa um, var, tá ið vit vóru í Føroyum og spældu. Tað var ótrúliga gott lív í. So vit gleða okkum at koma aftur til Føroya at spæla, sigur Jørgen Thorup, sum í 40 ár hevur verið partur av Shu-di-dua. Nú er hann sangari í bólkinum.

Saman við Shu-bi-dua 2.0 spæla eisini Dynamit, Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe. Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á atgongumerkjum, sum kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo

Omanfyri sært tú video-samrøðu við Jørgen Thorup og Michael Hardinger um at koma aftur til Føroya at spæla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo