Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag rundar Óli Jacobsen - Óli í Fiskimannafelaganum - tey 80 árini

Jeffrey Sachs, professari, ein av heimsins gitnastu intelektuellu, hevur ein sera viðkomandi boðskap til okkum føroyingar, skrivar Hinvegin

- Eg skrivaði í síðstu viku eitt lesarabræv um vaksandi trupulleikan við rúsevnismisnýtslu í Føroyum, og tá gekk tað upp fyri mær, hvussu nógvir føroyingar beinleiðis ella óbeinleiðis eru raktir av hesum álvarsliga trupulleikanum

Sagt verður, at ongantíð hava so nógv fólk verið á Sjómannadegnum í Klaksvík sum í ár

Tað gekk ikki heilt eftir ætlan, tá fólk í Indonesia hildu frælsisdagin

Tað var Hjálmar Hátún, lærari, sum saman við skúlabørnunum og bygdafólki bygdi hylin

Stórsligið fagnaðarkvøld verður í heimbygdini í samband við dagin og bók kemur út um listarmannin og tónleikaran

Sunnudagin, í morgin, kl. 11.00 skipar Argja kirkja fyri útigudstænastu á AB-vøllinum fyri øll

Tað er lýtt og gott veður nógvastaðni í dag, har sum ættin er góð. Tó er nógso nógvur vindur eisini

Eftir eina væl eydnaða premieru av leikinum ONKI leygardagin 12. august noyðist Tjópallurin tíverri at útseta restina av sýningunum

Týsdagin byrjaðu 21 næmingar úr øllum Føroyum á Húsarhaldsskúla Føroya

- Ein afturvendandi siðvenja á Vinnuháskúlin er, at fara ein túr við Westward Ho við nýggjum lesandi

Rithøvundin Jørn Riel er deyður í heimi sínum í Kuala Lumpur í Malaysia. Hann gjørdist 92 ára gamal

Det Ferösche Compagnie pallsetur leikin Tá kríggið er liðugt saman við ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin

 

- Vit fara at savnast saman fyri at gleðast um børnini og vísa, at øll eru ein gáva

Fríggjadagin 18. august verður árligi rennidagurin hjá Skúlanum við Løgmannabreyt

Nú tosa ikki bara klassisku føroysku feðgarnir italskt, men eisini Lias Berint, Klávus, Ketilskona og øll hini. Italska týðingin av Feðgum á ferð verður løgd fram á bókasavninum í Riolunato í morgin, 18. august

Í gjár var ein heilt serligur dagur í Tvøroyrar kommunu, ja, í Suðuroynni sum heild, tí fyrsti forskúlin í oynni læt dyrnar upp fyri spentum næmingum og foreldrum

Vinnuforum 2023 verður fríggjadagin 1. september frá kl 13:00 til kl 15:30 í Kongshøll

Marius Ziska skal millum annað spæla á by:Larm í Oslo

Klokkan 17 í dag verður bókaframløgan við hetlendinginum John Goodlad og Jóan Paula Joensen fólkalívsfrøðingi í Müllers pakkhúsi í Havn

Føroyski Marius hevur koncert í ARoS Aarhus Art Museum, ið er eitt tað størsta og mest viðurkenda listasavnið í øllum Norðurevropa, leygarkvøldið 30. september

Á Glasi var fyrsti skúladagur í dag, mikudagin 16. august, har væl omanfyri 500 næmingar høvdu teirra fyrsta skúladag

Rás2 sendir beinleiðis frá Fiskivinnutinginum kl 18.30

Á kamerarulluni hjá James Webb-teleskopinum sást henda myndin, sum vísir eitt "spurnartekn"

- Mikudagin 30. august byrjar Filmsfelagið aftur við nýggjum spennandi sýningum í Havnar Bio, sum nú er einasti føroyski biografur

Opið hús var á Argjum í dag, nú AB fyllir 50 ár. Borgarstjórin fegnaðist um, at felagið alla hesa tíð hevur ment seg til ein sunnan og sterkan felagsskap

Í dag, týsdagur 15. august 2023, fyllir AB 50 ár

Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs er heiðurstekin, ið verður latið starvsfólki, ið hava verið í tænastu hjá Tórshavnar kommunu í 30 og 40 ár

Hetta er fotografurin Jean-Marc Caracci, sum býr í suðurfranska býnum Montpellier. Haðani hevur hann ferðast til allar evropeisku høvuðsstaðirnar, eisini Tórshavn

- Henda tiltikið vakra oyggj við sínum tølandi bygdum eigur og skal hava somu møguleikar at mennast og trívast sum meginparturin av landinum

- Í heyst bjóðar Títt Rúm eitt tilboð til foreldur, sum eru í barsil við pinkubørnum. Talan er um ókeypis bólk til tín, sum er uppvaksin við einum foreldri, sum hevur ella hevur havt rústrupulleikar

Fartelefonin órógvar undirvísingina og felagsskapin, og hesum skal fást skil á. Tí hava fleiri danskir miðnámsskúlar avmarkað atgongdina hjá næminginum til fartelefonina

391 dreingir og 370 gentur, til samans 761 næmingar, byrja í fyrsta flokki mikudagin

Beinta í Jákupsstovu hevur meginpartin av starvsleið síni verið professari við Háskúlan í Molde. Har hevur hon undirvíst í ymiskum samfelagsvísindaligum lærugreinum, m.a. fólkaræði

- Hon eigur ikki at kunna flúgva við so lítlum veingjum sum hon hevur, men hon veit ikki betri, so hon flýgur bara allíkavæl, segði Karlot Hergeirsson millum annað tá hann setti ovastevnuna

Talan er um ein lítlan vøkstur samanborið við í fjør, tá um 730 børn fóru í fyrsta flokk

Serliga vestanfyri vísa hitamátararnir hjá Landsverki nógvan hita

Tá børnini sova er heitið á sanginum, sum hon sigur vera eitt "eingangsfenomen"

Í hesum døgum verður sungið hart í Tórshavnar Musikkskúla, tí operasangararnir Birita Adela og Douglas Yates fyrireika seg til “Bel canto” konsert

Summarið í ár hevur verið eitt av teimum frægu, munnu tey flestu vera samd um. Komandi vikan verður heldur ikki so galin við lýkku, lítlum vindi og nógvum sólløtum

Sambært politinum var alt friðarligt á Ovastevnuni. Sambært fyriskiparunum var ikki liðugt at sigla fólk inn klokkan 5.30 í morgun

Keiin var full av fólki, tá ið Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður, í dag setti árligu ovastevnuna í Nólsoy. Í góðveðrinum setti Havnar Hornorkestur sín serliga dám á løtuna

- Í dag legði eg, saman við eftirkomarum, blómur á grøvina hjá Petur Mohr Dam, tí hann hevði fylt 125 ár í dag, skrivar løgmaður á Facebook

 

Bjarni Samson er barentshavsmaður í fimta ættarlið og skal í næstum við nýbygninginum Emerald í Barentshavið. Á heimtúrinum úr Istanbul til Føroya bygdu sonurin og hann eitt legoskip av Titanic

Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) verður í Tórshavn í døgunum 7.-10. september

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur

- Høvuðsevnið á fundinum er orðað sum ein spurningur: Ber til at virðisøkja fiskatilfeingið meira, enn gjørt verður í løtuni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?

Í næstu viku kemur hetlendingurin og føroyavinurin John Goodlad til Føroya at hava framløgur um sína nýggju bók, sum hevur heitið The Salt Roads – How fish made a culture

Sunnudagin tann 13. august kl. 15 verður gudstænasta í gjónni við Gjógv