Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Røða, sum borgarstjórin flutti fram, nú 100 ára føðingardagurin hjá Annelisu Gaardlykke varð hátíðarhildin

3. august 1996 hendi størsta flogvanlukka í danskari verjusøgu, tá eitt Golfstream-flogfar hjá donsku verjuni undir innflúgving til flogvøllin, datt niður í Selvík

- Eyðun fylti 70 ár í dag. Samstundis sýndi hann fram á gamla seglhúsinum í Klaksvík

Á lítlari samkomu í morgun handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Njál Mackay Djurhuus heiðursbræv fyri vælútint verk, teimum veikastu at gagni

- Í hesum sambandinum letur upp ein framsýning í Gamla Seglhúsinum, har vit eisini ynskja at heiðra listamanninum við einari serligari fernisering

Tann 22. juli fyllir Jákup í Løðu í Mykinesi 80 ár

18. juli eru 100 ár síðani Føroya fyrsta vatnorkuverk, verkið í Botni í Vági varð innvígað og tikið í nýtslu

Í Svíni undrast tey yvir, at eingin sum var í minnisvarðanevndini ella staðbundnu nevndini varð boðin við til døgurðan

Skjótt 97 ára gamla Mia á Heygum svam ein túr uttanfyri heimið á Grønanesi í Vestmanna, har hon býr, tá drotningin vitjaði fyrrapartin

 

Árið í ár er eitt serligt ár hjá Havnar Hornorkestri. Tí fyri 100 árum síðani í 1921 spældi Havnar Hornorkestur á fyrsta sinni fyri teimum kongaligu

Í dag var samkoma í Lava- og Luddalon á Tjarnargarði, har ikki færri enn 14 starvsfólk hátíðarhildu starvsdagar – tvær teirra hava verið í tænastuni í meira enn 35 ár, hinar millum 10 og 20 ár

Í dag var hátíðarløta í Skúlanum á Argjahamri, nú Marjun Holm leggur frá sær sum skúlastjóri

Nú Gunvør á Lava alment legði frá sær í dag i forskúlanum í Sankta Frans Skúla, so hevur hon verið har í meira enn 40 ár – men áðrenn tað var hon í meira enn 10 ár í barnagarðinum hjá nunnunum

- Ungur var hann – 17 ára gamal – tá hann fór úr Føroyum fyri at liva eitt lív í spenningi og upplivingum, hevur ongantíð verið ræddur fyri at taka avgerðir og fekk tí eitt sera ríkt lív

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti, at 17% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. 80% av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av

Í gjár, 27. mai, hevði Randi Johannesen, sum hevur starvast á Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, í 37 ár, fráfaringarmóttøku

Tað verður hildið á Býarbókasavninum á Mentanarnáttini 4. juni frá kl. 17-21

- Í dag fyllir pápi okkara 80 ár, og vilja vit við hesum senda honum eina føðingardagskvøðu

Eisini varð honum ynskt ein blíðan byr á lívsleiðini við ynskjum um Guds signing

Vit vóru á staðnum við myndatólinum tá hondbóltsfelagið í Hoyvík helt 50 ára føðingardagin í dag

Í dag eru liðin 50 ár, síðani felagið Javni varð stovnað. Nógv fólk hátíðarhildu runda dagin á Vaglinum. Bæði røður og tónleikur vóru á skránni

- Bygdirnar Sandvík og Hvalba eru millum elstu bygdir í landinum. Hvalba er landnámsbygd, og vit hoyra um Sandvík í Føroyingasøgu

Fýra sjúkrarøktarfrøðingar hava rundað meira enn tíggju ár í starvinum, og í hesum sambandi var ein móttøka fyri teimum í Heilsuhúsinum seinnapartin

Seinnapartin gav Heðin Mortensen, borgarstjóri, teimum báðum Kaj Hammer og Andrass Joensen eitt herðaklapp. Teir fingu báðir handað heiðursbrøv í sambandi við teirra stóra arbeiði fyri føroyskt bátasmíð

Eftir 35 árum í starvi hjá Tórshavnar kommunu takkaði Jóhan Carl Dam fyri seg í morgun. Í hesum sambandi var lítil samkoma á Brennistøðini á Hjalla

Í nærum 46 ár hevur Johanna Cathrina arbeitt sum bókavørður á Býarbókasavninum. Seinnapartin var ein fráfaringarløta fyri henni í Posthúskjallaranum

Fýra heimahjálpir hava rundað meira enn tíggju ár í starvinum og í hesum sambandi var ein móttøka fyri teimum í Heilsuhúsinum seinnapartin

- Fyrr í mánaðinum gjørdist Jan Müller sjeyti ára gamal

Tað er ikki so at fylla 75. Børnini í Spíranum í Havnardali høvdu gjørt stórarbeiði burturúr at hátíðarhalda føðingardagin hjá borgarstjóranum

Tær komu til Føroya fyri 90 árum síðani fyri at hjálpa familjum, sum høvdu tørv á hjálp. Og tær eru her enn

"Spørge ind" til ella sum ofta hoyrist á tingsins røðarapalli "spyrja inn til" er ikki málburður sum hóvar donsku Drotningini

Fólkakæri Njál Mackay Djurhuus fyllir runt í dag. Birgit og Svenning av Lofti heilsa honum her við eini yrking

Jørgen Holme, fyrrverandi stjóri í Atlantic Airways, fyllir 60 ár fríggjadagin 9. apríl

Greipuvinnararnir hava latið borgarstjóranum nýggju HB-troyggjuna. Besta mansliðið hjá HB fer at spæla fyrsta dystin í nýggju troyggjuni sunnudagin

Ólavur Frederiksen tók nakrar myndir, tá ið Havnar Hornorkestur spældi fyri Heðin Mortensen í morgun í sambandi við at borgarstjórin fyllir 75 ár í dag

Klokkan 7.30 í morgun spældu nøkur úr Havnar Hornorkestri fyri borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen, sum fyllir 75 ár í dag

Í morgin, 7. apríl, fyllir borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, 75 ár

Í dag er seinasti dagur hjá Sólju í Ólavsstovu sum Løgtingsins umboðsmaður. Hanna Vang tekur við starvinum 1. apríl, skrivar KVF

Ein av mest markantu politikarunum í Føroyum fyllir hálvrunt í dag. Hann hevur sitið í Løgtinginum síðani 1998 og hevur harumframt havt fleiri onnur álitisstørv

Tær tríggjar Sanna Pearce, Ina Saxov og Ann Mari Sivertsen hava allar starvast í meira enn 10 ár í Heimatænastuni í Tórshavnar kommunu

- Góði Rúni! Tú hevur verið mær ein stórur og støðugur íblástur, øll hesi árini eg havi fingist við politikk

Í dag eru liðin 90 ár, síðani Føroya elsta hondbóltsfelag varð sett á stovn. Neistin skipaði fyri føðingardagsveitslu í Gundadalshøllini seinnapartin

Í morgun var lítil samkoma, nú Klæmint Ludvig gevst fyri aldur. Klæmint er ein kend havnarmynd og byrjaði at arbeiða hjá býargartnaranum tann 1. mei 1996

- Kvøða til tónaskaldið, Sunleif Leivsson Rasmussen, á seksti ára degnum

Tá ið hátíðarhald var fyri Bernhardi Wilkinson í musikkskúlanum í gjár, nú hann fór um tey sjeyti, fekk tónleikaleiðari og stjórnarin eina serliga gávu frá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar Musikkskúli hátíðarhelt í gjár sjeyti ára føðingardagin hjá Bernhardi Wilkinson. Fleiri røður vórðu hildnar og góður tónleikur var sjálvandi á skránni

Herfyri blivu hesar fimm røsku, trúgvu og álítandi kvinnurnar á Eldrasambýlinum mintar á, at tær hvør sær hava arbeitt meira enn 10 ár hjá Tórshavnar kommunu

Í dag seinnapartin var lítil samkoma í Posthúskjallaranum í sambandi við, at Brynhild Zachariassen og Maria Simonsen hildu 25 ára starvsdag í barnatannrøktini

Signar P. Dam gevst sum kommunulækni 1. mars eftir nærum 50 árum í sama starvi

Í dag eru 60 ár liðin síðani størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, varð sett á stovn. Hetta varð hátíðarhildið í Smæruni og í hølum felagsins. Felagið eitur frá í dag Starvsfelagið