Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Zacharias var ómetaliga væl gávaður á nógvum økjum. Ein úrmælingur á mangan hátt. Bíbliulærari sum fáur. Málsligt flogvit. Og ikki minst musikalskur

- Nú komu boðini, at trúboðarin og rithøvundurin Zacharias Zachariassen var fluttur um sýn

- Ein av teimum allargløggastu vinum av Føroyum slóknaði mikudagin tann 2. august, sum 92 ára gamal

Tað var um hesa tíðina í fjør at Palli Lamhauge sigldi seinasta túrin Eystur undir Land

- Síðani Jákup andaðist, havi eg kent á mær, at eg átti at fest nøkur fá orð á blað við eini tøkk fyri ta lutfalsligu stuttu tíð vit høvdu saman um eitt spennandi tiltak

- Tíðliga í mei mánaði komu boðini um, at Karen var funnin slóknað við tendraðari náttlampu í sínum býli í Hellerup

Týsdagin í farnu viku bórust boðini sunnan av landi, at Tórfinn Smith ikki var okkara millum longur. Hann varð brádliga tikin burtur bert 71 ára gamal

- Ikki nógvir dagar síðani, at Henrik var í Hoyvíkshøllini, tá stór mannfjøld kom aftur úr Vestmanna eftir at hava vunnið meistaraheitið

- Hann lyfti føroyskan hondbólt upp á eitt hægri støði og fekk H71 at blanda seg millum tey størru feløgini við at vinna á øllum teimum – tó, at tað ikki rakk til meistaraheitið

- Á Mariumessu tann 25. mars 2017 andaðist okkara deiligi bróður og svágur 78 ára gamal

- Tíðliga í mars mánaði slóknaði ein av okkara allarmest kendu útisetum, Ragnhild, sum búði í Sorø á Miðsjællandi

- Hin 28. februar 2016 fór mamma frá okkum. Kona, mamma, svigarmamma, omma, langomma og olduromma okkara fór heim í ævinleikan. Hon var móð, hesin seinasti veturin var strævin

- Tummas-kal, sum hann vanliga varð kallaður, røkk gott og væl upp um kappaaldurin. Hvør okkara hevði hildið tað?

- Eitt ár er liðið síðan tú, óvæntað og púra meiningsleyst, ein lagnumyrkan týsdag í januar í fjør, bleiv tikin fá okkum

Tá bretar loystu gátuna um loyniliga samskiftið hjá týskinum umvegis Enigma-maskinuna, vunnu teir ein avgerandi fyrimun, sum helst stytti kríggið við tveimum til fýra árum

- Seinasta leygarkvøld frættust sorgarboðini um andlátið av Jonnu Sivertsen, kona Grønlandstrúboðaran, Hans Sivertsen

- Brádliga varð Kjartan ryktur burtur frá sínum kæru - frá heimlandi, felagsskapi, arbeiði, vinum – ja alt steðgaði upp, nú ein av Føroya frægu synum mátti dvína á lívsins vígvølli

Alek Bech av Tvøroyri var borðtennisstjørnuskot, sum kom undan kavi í 1960-árunum, og hesin fótfimi, kviki og skjóti unglingi hevði borðtennisevni, sum sjáldan vóru sædd í Føroyum

Eftir stutta sjúkralegu andaðist Kjartan Mohr 24. november 61 ára gamal

- Sverre var undangongumaðurin og eggjarin! Hann royndi áhaldandi at menna borðtennisítróttina í Føroyum

Kjartan Mohr, landsapotekari, sum í drúgt áramál sat í nevndini hjá B36, andaðist í dag. Kjartan gjørdist 61 ára gamal

Johannes Birger Brandal, andaðist umborð á Slættaberg 04. januar 2016, 63 ára gamal. Kristian Óli Frits Niclasen, druknaði í Hvannasundi 29. mars 2016, 68 ára gamal

- Soleiðis havi eg tað við Óla Hans Andreasen

- Mortan Holm fer til jarðar í dag. Og hóast eg ikki lærdi hann at kenna fyrr enn fyri fáum árum síðani - tá hann longu var blivin gamal - kann eg ikki lata vera við at skriva nøkur orð

- Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú Sverre Midjord, fyrrverandi løgtingsmaður, fyrrverandi borgarstjóri og býráðslimur fyri Javnaðarflokkin er farin. Hann var flokkinum hollur

- Svárt var nú at frætta deyðsboðini av mínum góða vini og samstarvsfelaga ígjøgnum fleiri áratíggjur, Sverre Midjord

- 18. august varð Hilmar Bech úr Porkeri fluttur um sýn 83 ára gamal

Sofus Poulsen, fyrrverandi føroyski umboðsmaðurin í Aberdeen, andaðist leygardagin 20. august, 86 ára gamal

- Eg blívi so hoyyyyt um hjartað, tá eg hugsi um báðar ommur mínar. Ritommu og Lambommu, sum búðu í Rituvík og Lamba

“Tað er so fantastiska umráðandi fyri samanhaldið, at vit skipa fyri døgum sum hesum”

- Tú vart tann politikkarin, sum veruliga hevði fingurin á pulsinum á tínum øki og kundi gera vart við mong viðurskifti hvønn dag, tí tú vart so kvikur, eldhugaður og arbeiðssamur

- Hjartans tøkk fyri nærveru, hjálp, stuðul og sýnda samkenslu, tá elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Nicolina Fríða Skaalum, f. Jacobsen, so brádliga og í besta blóma bleiv tikin frá okkum

- Boðini komu sum snarljós í óvæntaðum tíma, og ein magnfullur og nøtrandi feigdarskjálvti fór ígjøgnum felagið, bygdirnar í Eysturkommunu og øll tey í landinum, sum kendu Ólav F. Olsen

- tann sanni og reelli skaparin av tí føroyska flagginum 125 ár

- Eftir drúgva sjúkralegu legði Zacharias Zachariasen, bóndi í Uttarstovu, eyguni saman á seinasta sinni hósdagin 21. juli

- Hetta er Chris, bróðursonur mín, sum var komin til Føroya at vitja pápa sín og familjuna annars. Fyrstu ferð, hann vitjað í Føroyum

Fyri kortum vóru boð eftir journalistinum og rithøvundinum, Steen Ulrik Johannessen, sum skrivaði so nógv um Føroyar og ferðavinnu. Hann skrivaði eisini nógv um Ísland og Grønland og ferðavinnuna í útnorðri yvirhøvur

Ein av bestu føroysku ítróttamonnunum nakrantíð, Sverri Jacobsen, er farin 71 ára gamal. Sverri var í mong ár ein framúrskarandi hondbóltsspælari í Kyndli og fótbóltsspælari í HB

Sum venjari hjá KÍ stóð hann á odda, tá KÍ vann Løgmanssteypið 1994 og stóð somuleiðis við róðrið fyrsta føroyska sigurin í Evropa Cup, tá KÍ vann móti Ísraelsku steypavinnarunum, Maccabi Haifa á Svangaskarði 1995

- Minnist at Jónsvein Knudsen var trummuslagari, Dia hjá Hans Mariusi klimpraði á bassin (seinri bassleikari í kenda danska ensemblinum Malurt saman við Michael Falck) og John var sangari og frontmaður

- Í dag er 25. apríl og vit flagga øll, sum eiga flaggstong. Vit steðga á og minnast flaggið við røðum og hornblástri, men í dag veri eg eisini mint á, at tað er eitt ár síðan vit mistu teg góða Sólvá

- Gott eitt  ár er liðið, síðan lívstráðurin var kvettur hjá okkara høgt elskaðu næstyngstu dóttir Annfríð. Hon fekk bert 45 ár her á fold

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen, er deyður, 93 ára gamal

Góði Sunnleif! Sum eg, og mong við mær, kundi unt tær eitt langt lív, nú tú vart um eftirlønaraldur; men tað kunnu vit einki gera við

- 107 ár + 4 mánaðir + 12 dagar

- Hesaferð bleiv boð send eftir næstyngstu systir míni Annfríð. Í dag er tað eitt ár síðani, hon fór um sýnina

- Sunnudagin 3. januar 2016, andaðist fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin, Demmus Hentze, 92 ára gamal

- Jákup í Lopra hevur sett førningin frá sær og verður mintur sum ein sterkur vinnulívsmaður og hollur sambandsmaður, ið setti stór spor eftir seg í heimliga umhvørvinum og í Føroya landi

Fríggjadagin 8. januar legði ein av virknastu monnum í Suðuroynni í nýggjari tíð árarnar inn

- Umframt yrki hansara sum løgfrøðingur og politikari hevði Demmus eina ørgrynnu av álitisstørvum í nevndum og ráðum, sum fólk, fyritøkur og stovnar litu honum upp í hendi