Nógvar atkvøðugreiðslur verða í Løgtinginum í dag, og millum annað kemur uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu til atkvøðugreiðslu við aðruviðgerð. Talan er um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, sum hevur verið nógv umrøtt ímillum manna. Nærum 100 hoyringssvar komu inn og Vinnunevndin hevur eisini sera nógv broytingaruppskot. Eftir atkvøðugreiðsluna í dag fæst at vita, hvussu endaliga uppskotið fer at síggja út.
Eisini eru nógv onnur uppskot sum koma til atkvøðugreiðslu við triðju viðgerð, eitt nú uppskotið til samsýning og eftirløn hjá tingfólki og elveitingarlógin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo