Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað gjørdist Italia sum fór við sigrinum á Eurovision kappingini í kvøld við 524 atkvøðum. Bretland gjørdist einasta landið sum fekk 0 stig

Gitarleikarin Eric Clapton, 76 ára gamal, fekk hervilig hjáárin eftir seinna prikið við AstraZeneca-vaksinuni

Danski bólkurin Fyr og Flamme og sangurin "Øve os på Hinanden" kom ikki víðari frá seinnu semifinaluni í Rotterdam í kvøld

Í fyrstu semifinaluni av ársins Eurovision Song Contest, sum var í Rotterdam í kvøld, gekk tað stórt sæð, sum spátt var frammanundan

Ein limur í íslendska Eurovision-hópinum er testaður korona-positivur

Bjørt Magnadóttir Husgaard hevur givið út lagið Home Far Away. Lagið er at hoyra á Spotify, og kemur seinni á youtube

“The Airport” er heiti á nýggjum sangi, sum Lena Anderssen gevur út í dag, fríggjadagin 7. mai

2000 atgongumerki eru longu seld og seinastu 2000 atgongumerkini verða nú lögd út til sölu. Atgongumerki til tjalding, kamping og annað verða lögd út 11. mai

Í 30 minuttir almannakunngjørdi Billie Eilish fýra myndir av sínum Vogue-cover á Instagram. Ein av myndunum fekk 3,4 milliónir likes upp á 27 minuttir

Bólkurin Joe & The Shitboys vann tónleikakappingina Sement 2021, sum endaði í gjárkvøldið

Tann 80 ára gamli Tom Jones er tann elsti maðurin sum hevur toppað á bretska fløgulistanum, eftir at nýggja fløga hansara ’Surrounded By Time’ reyk inn á fyrstaplássið í vikuni, skrivar BBC

Eftir góða og langa viðgerð hevur nevndin fyri G! gjört av, at festivalurin verður hildin í summar. Festivalurin í ár verður 20. útgávan av G!, og tað verður hátíðarhildið

Í 3. umfari var støðið enn einaferð høgt og kappingin hørð, tá tveir teir seinastu finalistarnir skuldu finnast

Fyri fyrstu ferð síðan 2008 eru føroyskir tónleikarar við á árliga festivalinum, Artists at The Great Escape Festival, størsta tónleikapalli Bretlands, í Brighton í Onglandi

77 ára gamli Rolling Stones sangarin Mick Jagger, ið dansar sum ein hani, er so fegin um útlitini at sleppa úr koronastongslinum, at hann hevur yrkt ein sang, Eazy Sleazy

Amerikanski rapparin DMX er deyður, 50 ára gamal

- Sangurin bleiv til eitt kvøldið, har eg sat við klaverið og setti orð á tankar, um foldarlívið, avbjóðingar og um menniskju ið eg hevði mist innanfyri stutta tíð, sum stóðu mær nær

Esmar Palli Fagraberg hevur áður spælt við bólkum og artistum sum The Colour Storm og Lyon Hansen, men nú roynir hann seg við egna navninum “ESMAR”

Hvítarussland sleppur ikki at vera við í Eurovision Song Contest í ár

- Í dag letur Reiley (Rani Petersen) sítt fyrsta stak- og sjónbandalag úr hondum

Greta Svabo Bech hevur undirskrivað sáttmála við norska plátufelagið Propeller Recordings og útgevur í dag, 26. mars, staklagið “Breathe”

Í einum nýggjum dokumentari greiður 81 ára gamla Tina Turner frá stórum heilsutrupulleikum sum gjørdu at hon umhugsaði at taka sítt egna lív

Dóttir Jay Z og Beyoncé, Blue Ivy Carter, sum er níggju ára gomul fekk sín fyrsta Grammy fyri sína luttøku í musikkvideo hjá mammuni, «Brown Skin Girl»

Útilívið í Havn er aftur sett á skrá og lív er komið í býin. Leygarkvøldið var lýst við Outlaw Country konsert í Reinsarínum

Blaðungur fór Uni Debess á pall saman við Sámali Ravnsfjall umborð á Norrønu fyri 19 árum síðani. Nú hittast teir aftur á Velbastað

Nýggi bólkurin Einangran, ið júst vann ársins sang í FMA gevur nýtt videolag út til næstu landaplávu teirra, “Glashús”

Sangurin "Lítli Fuglur" er Ársins Útvarpshitt 2020. Tað var avdúkað í morgunsendingini í útvarpinum í morgun

- Eg játtaði ikki pengarnar, so eg skuldi koma framum onnur í bíðirøðini

- Vit veita henda stuðulin fyri at seta gongd aftur í tónleikavinnuna, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs

Songkvinnan Lady Gaga lovar finningarløn á 3 milliónir krónur til tann sum fær givið upplýsingar um hundarnar báðar sum vóru stjolnir mikudagin

Filmur skal nú gerast um lívið hjá Robbie Williams

Fyrsta virðisløn fór til Aksel Remmel á klaver, onnur virðisløn fór til Helenu Joensen á klaver og triðja virðisløn fór til Andrias Blaasvær á violin

Í dag hava ungir gávuríkir klassiskir tónleikarar í aldrinum 14 til 18 ár kappast í Hátúni, nú tónleikakappingin Stella Polaris aftur er á skrá. Í alt vóru 27 luttakarar á palli í dag

Í dag hevur Fólkaheilsuráðið avdúkað eitt spildurnýtt lag, sum Jensina Olsen hevur gjørt til verkæltanina ABC fyri sálarliga heilsu. Hettar er fyrstu ferð, at Fólkaheilsuráðið hevur fingið sítt egna lag

Amerikanski jazzpianisturin Chick Corea er deyður av krabbameini, upplýsa tey avvarðandi

Praktikknæmingarnir Maria Beder úr 9. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt og Jessica Cazabon Celibashi úr 9. flokki í Hoyvíkar skúla, hava verið og prátað við Boga Andreasen, dagligan leiðara á Reinsarínum

Luttakarar úr øllum Europa savnast til finaluna í Rotterdam tann 22. mai

Higartil hevur Margarinfabrikkin staðið fyri Sement, men nú verður tað Reinsaríið, sum fær ábyrgdina av Sement. Hetta merkir m.a., at tað verða broytingar til Sement 2021

Útisetin Terji Krossteig gevur út blús á Danska plátugelagnum Straight Shooter. Heiti er “Nordisk Blå” og er ein blandingur at løgum sungin á føroyskum og á donskum

2020 var eitt hendangaríkt ár hjá Dopha. Unga danska songkvinnan og sangskrivarin gav fleiri stakløg út, sum vóru nógv spæld á donskum útvarpsrásum

FREMMAND hevur arbeitt við hesi nýggju útgávu í tvey ár. Plátan hevur fingið sítt skap tvørtur um høv, frá sólmikla Los Angeles, Århus og veðurbardu Føroyum

- Verður ikki okkurt gjørt nú, so verður tann blómandi tónleikavinnan bumbað nógv ár aftur í tíðina, siga Uni Debes og Mikael Blak við Útvarpið

Musikkprodusenturin Phil Spector er deyður, 81 ára gamal, skrivar AP

Í Bretlandi er 74 ára gamla Marianne Faithfull komin fyri seg eftir at hava verið rakt av koronu

Tann 15. januar 1964 hevði Beatles sína fyrstu konsert í París

Nýggja staklagið hjá Bárður Johannesen eitur Í KVIRRUNI. Staklagið er sterkt, kensluborið og leitandi. Í KVIRRUNI snýr seg um at kenna sakn, miss og vón

Jákup Zachariassen hevur framleitt, sungið kór og spælt øll ljóðførini inn, undantikið bassin, sum Óli Poulsen hevur spælt. Óli hevur eisini miksað og mastrað

Fleiri hjálpitól eru skapt seinnu árini og summi av teimum eru sera løtt at brúka. Tað nýggjasta av teimum er Blob Opera hjá Google

Á ársins síðsta degi kom Magni Husgaard út við síni fyrstu útgávu við navninum Husgaard. Útgávan, ið ber heiti Reflections, er ein samansavning av 5 instrumentalum løgum í sjangruni pop/jazz

Violinleikarin Ivry Gitlis doyði jólaaftan, 98 ára gamal. Ísraelarin er mettur sum ein av teimum stóru innan modernaðan klassiskan tónleik