Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Er tað undirtøka fyri at taka hetta húsið niður og byggja eitt gróthús við flagtekju til vatn pumpurnar?

- Sitandi bygdaráð kemur at samtykkja eina fíggjarætlan, sum í útgangsstøði kann tátta í 20 mió. kr. Hetta er nógvur peningur, men hesar íløgur eru skilagóðar og neyðugar. Tá hesar eru gjørdar, eru vit væl fyri

- Ongin sigur tað skal vera lætt og tað mesta verður gjørt í góðari meining. Men ein sum ber av øllum er nýggi terminalurin á flogvøllinum í Vágum. Her varð skilagóð planlegging kend, men ikki fylgd

- Sørvágs kommuna eigur at lata øllum tilflytarum ein bókling, sum greiðir frá hvørjar tænastur eru á staðnum. Allir borgarar eiga at fáa somu kunning í kommununi

- Komandi ár verður nýtt graslíki lagt á í Sørvági og næstu 10-15 árini verður felags fótbólturin her. Men! Sørvágur er ov lítil til 07-Vestur

Á leikarafundi fyri løtu síðan, avdúkaði formaðurin í 07 Vestur, Jim Sonni Guttesen, nýggja venjaran hjá EFFO-liðinum, Trygva Mortensen

Reyði Krossur Føroya, Vága kommuna og Sørvágs kommuna, eru farin inn í eitt konstruktivt samstarv, við at fáa sambinding í Vágum

- Størstu nýggju vinnumøguleikar í nýggjari tíð eru innan ferðavinnu, og vit eiga at verða í fremstu røð. Vit hava einastandandi vakra náttúru, lætt er at koma til og um oynna, og umvegis flogvøllin røkka vit stórum tali av ferðafólki

Reyði Krossur Føroya, Vága kommuna og Sørvágs kommuna eru í dag farin inn í eitt konstruktivt samstarv, um at seta á stovn vitjunartænastu í Vágum

- Eitt bygdaráð eigur at sýna fyrilit fyri umhvørvinum og tryggja borgarunum reinar bygdir og áir

- Vit eiga at kanna allar møguleikar at byggja út høllina við skúlan, soleiðis at tann høllin í øllum førum nøktar tørvin til venjingina hjá børnum og ungum til fimleik og hevur hæddina til flogbólt

- Byggisamtyktin fyri Sørvágs kommunu er frá 2002, og er sama byggisamtykt galdandi fyri allar bygdirnar í kommununi. Verandi byggisamtykt treingir til at verða dagførd, og er skjøtil settur á hetta arbeiðið

- Býráðið í Vága Kommunu, hevur í tólvta tíma í hesi setu, sett í skrá og samtykt at fara undur vetrarfriðing fyri bygdirnar Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág. Tað var eisini væntandi, tí valskráin hjá Nýgga Lista hevur hetta sum eitt hjartamál

- Tú hoyrir tað dag og dagliga. Fyri at trívast á einum arbeiðsplássi, so má leiðslan syrgja fyri starvsfólkarøkt. Soleiðis eigur eitt kommunustýri eisini at hugsa!

- Í hesum valtíðum hevur Tvørgarðsvegurin verið rættiliga nógv á breddanum. Fleiri eru komin við hugskotum um, hvat gerast skal. Tað, sum eg havi arbeitt fyri, er at binda Tvørgarðsveg saman við Ápramsvegi

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið, sum umboðar flogternurnar, samráðast í hesum døgum um nýggjan sáttmála fyri flogternur hjá Atlantic Airways

- Vit eru 10 fólk, ið hava játtað at stilla upp til kommunuvalið tann 8. november. Summi roynd og summi óroynd í kommunalpolitikki, men øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og við vilja og áræði til at seta nakað munagott í verk

Vága dansifelag og Visit Vágar skipa fyri tiltakinum Mikkjalsdagar í samband við at 60 ár eru liðin síðan deyðadag Mikkjals á Ryggi 20. oktober 1956

- Í morgin, mánadagin, er ætlanin at fara at grava á Lítla Fløtti, økið beint omanfyri bygdaskúlan í Miðvági. Ein av listunum til býráðsvali bjóðar enntá fólki at koma at vera við. Eg fari ikki!

“Eg tími ikki at mamma stillar upp til bygdaráðsvalið, tí so blívur hon bara líka ópoppulér sum øll hini sum sita har”. Og rætt hevur hon, mangan verða vit, sum sita har, ópoppulér. Hví man so vera?

- Tað kann ikki vera rætt at tað vakrasta økið í Sandavági, verður tikið til nýggj gravpláss. Ein perla av einum øki, serliga summarmánaðirnar, sum osar av lívi og við spælandi børnum

Tað var ein feilur í alarmskipanini á Flogvøllinum, sum gjørdi, at terminalurin á flogvøllinum var evakueraður í morgun. Fólk vóru annars klár at fara umborð á Kepmannahavnar- flogfarið sum skal fara kl 09.00

Sunnudagin 23. oktober verða 4 forvitnisligir fyrilestrar í bygdarskúlanum í Miðvági frá kl. 16.00 - 18.00

- Vilt tú í politikki, at als einki skal henda, so er bara at skapa ósemju og øsing. So hendir absalutt einki. Tað er tað, ið við er at henda í samband við høllina í okkara kommunu

Jákup Sverri Kass vil ikki seta navn á, hvør kann hava likið upplýsingarnar um ferðaseðlarnar til SAS, men hann sigur, at hann keypti ferðaseðlarnar beinleiðis á netinum frá Atlantsflogi, so tað er eingin uttanum Arlantsflog, sum kann hava likið

- Ein rík kommuna og eitt ríkt handils- og vinnulív ganga hond í hond. Tað er ein sannroynd, at seinastu árini er lítið gjørt fyri at lívga um korini hjá teimum, sum reka vinnu í Vágum

Harmonikuvinir í Kedron í Sørvági leygarkvøldið 22. okt. kl. 20

- Høvuðsboðskapur okkara er, at skattaprosentið skal niður, og at grundstykkir altíð skulu verða tøk í øllum trimum bygdinum, sigur umboðini

- Nú skal tann rustaða brøytin, sum hevur staðið uppi í Evigheitini seinastu 20 valskeiðini og serliga upp undur kommunval, skiftast út við ein bulldozara, sum grevur vegin Tvørgarður / á Ryggi ígjøgnum, uppá minni enn ein mánað

- Hetta er vanlig tænasta hjá einum flogvølli, sum vil hava fleiri kundar, sigur stjórin í Vága floghavn, Jákup Sverri Kass

Við hesum slagorðunum bjóðar Trivnaðarlistin seg fram til kommunuvalið í Vága kommunu. Á listanum eru ymisk fólk við ymiskum royndum og førleikum

Her eru nøvnini og valskráin hjá øðrum listanum í Sørvágs kommunu

Seinastu tíðina hevur West-Tech í Sørvági arbeitt við økinum niðri á Stakka, og í dag varð byrjað at seta betongelementini upp

Mikukvøldið 19.10 kl. 20.00 verður temakvøld um hjúnaband og parlag í Sørvágs kirkju og kirkjuhúsinum

- Eg eri til reiðar og førur fyri, at menna kommununa saman við tykkum

- Á sandinum í Sørvági hevur verið vanligt at taka langskel at eta um páskirnar. Men handilslig skeljaveiða er tó avmarkað til eittans loyvi, sum handilsvirkið O.C. Joensen á Oyri hevur

Mikudagin vóru trý starvsfólk í barnagarðinum Miðgarður í Miðvági heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu

U17-flogbólts landsliðiðni hjá kvinnum og monnum skula í døgunum 17. – 20. oktober umboða Føroyar í NEVZA-kapping, sum verður í Ikast

- Miiðal mánaðarlønin hjá Atlantic Airways er 53,751.00 krónur, meðan hon hjá Vága Floghavn er 45,484.00, sambært eini útrokning bygd á ársroknskapin fyri 2015

 

Vága kommuna sigur, at í sambandi við ætlaðu víðkanina av kirkjugarðinum í Sandavági, hevur umsitingin fingið handað mótmælisskriv frá borgarum í Sandavági

Aftur í ár, triðja árið upp í slag, skipar Skúlin á Giljanesi fyri fótbóltsbreyt í samstarvi við Sørvágs skúla, FSF og fótbóltsfeløgini

Í gjár vóru 10 ár síðani flogvanlukkuna á Stord í Noregi, tá fýra fólk lótu lív. Maibritt Magnussen (31) minnist 10. oktober 2006 sum var tað í gjár

Í mars fer SAS at flúgva millum Keypmannahavn og Sørvág. SAS fer at flúgva ein túr dagliga allar dagar í vikuni við Airbus A319 og Airbus A320-flogførum, sum hava ávikavist 141 og 168 setur

- Forsíðumyndin á Vogue er eitt gjøgnumbrot, sum gevur meiri og størri arbeiði. Tað sigur føroyska modellin, Jegor Antonov Venned

- Borgaralistin er klárur at taka avbjóðingina, at tæna og framhaldandi at bøta um trivnaðin hjá borgarum, vinnu og felagslívi í Vága kommunu

Miðvingurin Bergur Johansen, nummar tvey frá vinstru á myndini, var ein av teimum sum var við at vinna hugskotskappingina til nýggjan bygning hjá donsku sjónvarpsrásini TV2 Norður

Tað mundu vera eini 300 vaksin og børn, sum vóru á Flogvøllinum í kvøld fyri at taka ímóti Ronaldo, men tey allar flestu máttu standa uttanfyri hegnið

Portugisisku fótbóltsstjørnurnar eru komnar til Føroyar, og eru nú á veg til Havnar. Ronaldo er størsta stjørna sum nakrantíð hevur verið í Føroyum

- Vit vilja skapa og menna eina av teimum bestu kommununum í Føroyum. Eina kommunu, har nærdemokrati, opinleiki og trivnaður eru í hásæti

Vága Floghavn hevði sett heiðursportur upp, tá ið hetjurnar komu aftur úr Riga í morgun kokkan gott 10