Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Kristnin ansar eftir og fer væl um trúnna, so vit ikki flyta okkum frá eini glaðari trúgv á Jesus Krist sum Harra og frelsara til tær røttu meiningarnar.

Í byrjanini verður staðfest, at valla var alt betri í gomlum døgum. Eyðvitað var mangt gott, men søguliga er prógvað, at skeivleikar funnust í samfelagnum og í kirkjunum.

Ein andakt er ein stutt prædika ella ein vitnisburður frá einum, ið játtar trúnna á Jesus. Ein andakt kann eisini vera hugsan og rannsakan. Henda andaktin dvølur við spurningin: Er tað gleðin í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara, ið eyðkennir okkum kristnu í dag? Hvat sær heimurin í okkum, sum prædika og játta trúnna á Jesus?

Spurt var ikki, hvat vit, ið prædika, síggja hvør hjá øðrum og í hvørjum øðrum! Spurningurin snýr seg um, hvat heimurin sær í okkum, ið kalla okkum ljósins børn.

Í sjey- og áttati árunum í undanfarnu øld vóru andaligar vekingar í Føroyum. Fyri mítt viðkomandi er talan um vekingarnar innan fólkakirkjuna og í heimamissiónini. Hetta var ein rík andalig tíð, har gleðin í umvending og persónligari frelsu í trúnni á Jesus merkti øll viðurskifti og alt hjá okkum.

Hóast alt ikki var fullkomið, tí ósemjur tóku seg upp, so var gleðin aðaltátturin í sálmum, talu og vitnisburði. Samveran var borin av góðtokka, tí vit kendu frelsaran og vóru loyst úr syndabondum.

Vit sungu Guði lovsang, tá ið ein sál varð frelst ella kom við. Vit frøddust, tilbóðu og lovaðu Guði í talu, orði og verki. Ljóðførini øktust, og syngjandi kór gjørdust fleiri í tali.

Eingin av okkum átti eitt størri petti av Jesusi enn ein annar. Jesus var ikki býttur í størri ella smærri heimapartar. Tað var virðing hvør fyri øðrum, og tónin í samskiftinum var høviskur.

Eingin syndari var so illa farin, at hann ella hon var rikin burtur. Vekingin var ein kærleikans tíð, har Guðs Heilagi Andi setti dagsskránna. Allastaðni har Guðs Andi ræður er lív, og gleðin og góðtokkin millum manna verða eyðsýnd í og rundan um okkum.

Er tað gleðin í Jesusi Kristi, sum eyðkennir okkum, ið prædika í 2023?

Er tað friðurin í Jesusi og tøkkin fyri umvending og frelsu, ið eyðkennir okkum, ið vitna í 2023?

Er tað tann lívgevandi vónin og vissan, at vit í Harranum Jesusi vinna á øllum illum, ið er tann berandi liðurin í okkara kirkjuliga virksemi í 2023?

Spurningarnir kunnu vera bæði leiðandi og misvísandi. Svarið kann somuleiðis vera misvísandi. Tó, tað er neyðugt at spyrja og svara, tí vit fáa høvið at rannsaka okkum sjálv og grípa í egnan barm. Sjálvrannsakan er sunn og gagnlig hjá øllum.

Mær tykir, at vit í kirkjum og samkomum eru í vanda fyri at flyta okkum frá glaðari evangeliskari boðan um frelsuna í trúnni á Jesus til staðið, har tær røttu meiningarnar og tær røttu áskoðanirnar húsast. Vit eru smátt um smátt farin at stúra, og óttin sæst og hoyrist millum manna.

Mong kristin eru í eini verjustøðu og undir trýsti av eini flóðaldu av verðsligari hugsan. Eitt aktuelt samfelagsmál, ið lá á ljóði í ÚF í vikuni, er virkin deyðshjálp.

Tann persónliga sannføringin talar ímóti og sigur nei til virkna deyðshjálp, tí lívið er heilagt og givið av Guði. Vituligt er tó, at trýstið elur kvøl og strongd, ið kunnu skeikla trúnna og køva hjartafriðin.

Tann kristna kirkjan er upprunaliga ikki ein depil, ið savnar og almannakunngerð ta røttu áskoðanina ella tær røttu meiningarnar. Tann kristna kirkjan hevur Jesus Krist sum miðdepil Guði til heiðurs og menniskjum til signingar.

Eingin okkara verður frelstur ella kemur inn í himmalin, tí vit hava ta røttu áskoðanina á viðurskifti, ið nema tað verðsliga samfelagið. Eingin okkara kemur inn um himinsins dyr, tí vit hava rættar og væl grundaðar meiningar.

Eingin kemur til faðirin uttan ígjøgnum sonin Jesus. Tí mega vit leggja dent á bøn og bót og at prædika náðina um fyrigeving syndanna í trúnni á Jesus Krist.

Vit kunnu lyfta Jesu navn høgt í okkara samtíð, og tað er vegurin framá hjá kirkjum og samkomum. Tað hevur jaliga ávirkan á tað verðsliga samfelagið, og mangt kemur at laga seg til tað betra. Tað er jú ikki frelsa í nøkrum øðrum navni enn Jesu navni!

Ein tilkomin orðsins boðberi vónar, at syndarin í tí evangeliska boðskapinum um frelsaran sær, at Jesus ynskir signaðar dagar yvir hin einstaka, teg og tíni.

Øll – eisini syndarar – eru í Jesu navni vælkomin í kirkju. Kennir tú teg sum syndara, kanst tú við vissu vita, at har eg eri prestur, er í minsta lagi ein annar syndari undir sama taki. Amen.

Orðið: “Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.” (Jóhannes 7,38).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo