Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Meira enn seks mánaðir við kríggi hava lagt stórar partar av Gaza fullkomuliga í oyði, tað er trupult at útvega nokk av mati og heiligvági, og sambært miðlunum í Gaza, sum Hamas sensurerar, eru yvir 34.000 fólk deyð.

Sum í øðrum pørtum av arabiska heiminum geva tey flestu í Gaza Ísrael ábyrgdina av støðuni, men alsamt fleiri eru nú eisini farin at finnast at Hamas og leggja ábyrgdina har. Og tað er púra óvanligt, tí Hamas síðani 2007, tá hernaðarligi felagsskapurin kom til valdið, hevur fongslað øll mótstøðufólk og revsað tey atfinningarsomu eirindaleyst.

Fleiri Gaza búgvar siga, at Hamas átti at vita, at hetta fór at vera avleiðingin av álopinum á sivil mál í Ísrael, sum Hamas framdi 7. oktobur í fjør, skrivar Jyllandsposturin, sum hevur Financial Times sum keldu.

- Sjálvir rýma teir niður í tunlarnar og lata sivilfólki sigla sín egna sjógv. Her eru 2,3 milliónir íbúgvar í Gaza, tey flestu hava ongastaðni at fara, sigur Nassim, sum er fyrrverandi embætismaður í Gaza. Hann vil ikki hava, at fulla navnið kemur fram.

- Hamas hevur brúkt okkum og lív okkara sum innsats og tapt. Vit fingu onga ávaring áðrenn álopið 7. oktobur, og vit fingu onki at vita um, hvat vit skuldu gera. Eg veit ikki, hvat teir hava hugsað fyri sær, men hetta er uttanfyri alt mark hjá øllum í Gaza.

Undirtøkan hjá Hamas, sum beint eftir álopið á Ísrael 7. oktobur, vaks munandi, er nú aftur dalandi. Sambært Ísrael hevur Hamas nú bert deildir í Rafah býi.

Hamas hevur ongantíð krógvað, at tunlarnir undir býunum bert eru til herfólkið hjá Hamas. Tey sivilu eru ikki teirra ábyrgd, men ábyrgdin hjá ST og Ísrael.

Ein annar borgari í Gaza, sum kallar seg Mohammed, sigur við Financial Times, at hann gevur einum manni ábyrgdina av neyðini hjá fólkinum í Gaza. Og tað er leiðarin í Hamas, Yahya Sinwar (myndin). 

- Hvønn dag biði eg til Gud um at revsa tann eina, sum fekk okkum í hesa støðuna. Eg biði hvønn einasta dag fyri, at Sinwar skal doyggja, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo