Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eysturkommuna: Á býráðsfundi 30. mai í 2021 samtykti býráðið at selja matrikkul 72ab til toymið handan verkætlanina Eyðabø. Upprunaliga var toymið mannað við Varðanum og Bústaðir. Hetta arbeiðið dróg nakað út, og Bústaðir fór síðani úr verkætlanini.

Tó hevur Varðin arbeitt víðari við verkætlanini, og er hon somikið væl ávegis, at avtala í dag er undirskrivað millum Eysturkommunu og P/F Eyðabø, ið skal byggja íbúðir upp at eldrasambýlinum í Norðragøtu.

Íbúðirnar verða 34 í tali. Í fyrstu atløgu verða 26 íbúðir bygdar, ímeðan lendið til tær írestandi íbúðirnar verður gjørt byggibúgvið.

Avtala er eisini gjørd um samstarv um nakrar av íbúðunum, ið Eysturkommuna og Eldratænastan Nánd koma at gera brúk av. Hetta er eisini í tráð við tilmæli hjá búskaparráðnum, um at skapa møguleikar hjá eldri borgarum at flyta úr sínum bústaði og í eina meira eldravinarliga íbúð.

Hesar íbúðirnar koma allar at liggja upp at eldrasambýlinum, og tí verður eisini arbeitt við at útbyggja eitt tilboð til teir borgarar, ið koma at búgva her og hava tørv á heimarøkt frá Nánd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo