Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Friðurin er fluttur heimanífrá og farin í útlegd. Úr himlinum regnar við oyðandi vápnum. Jørðin skelvur, meðan hválvið í erva verður upplýst.

Tað kenda er ikki til. Tað, ið ikki var, er vorðið dagligur kostur. Matur er eingin, og lívið møðist av svongd. Vatnið er turrlagt, og tystar sálir biðja um ein dropa av vætu. Ynski er at væta tunguna.

Løtan er óunnilig og ófrættakend. Meðan skyggjandi ljós síggjast, og hvøllir brestir ljóða, leita ósek fólk sær skjól til tess at bjarga lívinum. Tað eydnast nøkrum at koma til rýmingar. Onnur liggja eftirá við vegjaðaran ella í niðurdotnum húsaleivdum.

Nøkur teirra, ið lógu á sjúkrahúsi til tess at søkja sær heilsubót, doyðu, tá ið líggjamaðurin stóð í durinum væl útgjørdur við alskyns skotvápnum. Griðstaðurin og miðstøðin fyri heilsu- og sálarbót varð álopin.

Tað lívgevandi húsið – sjúkrahúsið – var ein deyðsfella. Andingartólini vóru óvirkin. Doyggjandi børn í myrkri saman við vælgerandi fólkum, ið hjálptu eftir førimuni. Nýføðingar og børn dripin eins og á sinni í Betlehem undir Heródesi kongi stutt eftir Jesu føðing. 

Á hesum sinni vóru tað ikki fólk úr kongsins hirði, ið frá hond týndu lív. Ístaðin var tað Guðs útvalda fólk, ið hevndi brotsverkið, ið hernaðarligi felagsskapurin Hamas gjørdi á Ísrael tann 7. oktober 2023.

Hevndin er náðileys, tá ið hon sjálvsøkin krevur síni offur. Hevndin er óndskapur. Tað er so eyðsýnt, tá ið myrkursins einglar eru floygdir og fara á flog.

Ísrael vardi borg og gjørdi mótálop. Við miklari styrki fekk hevndin fastatøkur, og alt tað, ið fyri var, var lagt í oyði í Gasa býi og geiranum. Vanligir borgarar og tey óseku vórðu revsað fyri krígsbrotsverk teirra seku.

At Hamas nýtir sjúkrahús sum skjøldur til verju og miðstøð fyri hernaðarligum virksemi, ger ræðuleikan fullkomnan. At taka støðu fyri ella ímóti pørtunum, ið kríggjast, er einføld fáfongd.

Tað er óivað sjáldan at krígsførsla sum hevnd rakar málið. Hevndin rakar altíð við síðuna av málinum. Í heila tikið er tað at kríggjast og fara í kríggj heilt frá byrjan av at raka við síðuna av, tá ið vit hugsa etikk út frá kristnum sjónarhorni.

Nær er eitt kríggj rættvíst? Nær hava vit út frá kristnum sjónarhorni rætt at byrja eitt kríggj? Nær hevur hevndin í nýggjari tíð gagnað menniskjum og mannaættini? Nær hava vit rætt at týna lív ella drepa frá hond?

Tað er valla nakrantíð rætt at leypa á grannarnar og byrja eitt kríggj. Tað tykist eins skeivt at verja seg við óneyðuga hørðum mótálopum, ið týna lív í hópatali.

Harðrend framferð, hevd og kríggj eru óndskapur, hóast Guðs útvalda fólk stendur á odda fyri hevndini. Ísrael – Guðs útvalda fólk – og vit, ið eru útvald í Kristi, kunnu taka skeivar avgerðir. Vit kunnu gera mistøk og verða dømd sek við altjóða dómstól vegna harðrenda framferð og tvørrandi mannarættindi. 

Hóast biskupur av trúar ávum er ísraelsvinur, merkir tað ikki, at ávís fólkasløg verða hatað og ávísir átrúnaðarligir bólkar forfylgdir. Ei heldur merkir tað tvørrandi virðing fyri tí arabiska heiminum, hóast tann einstaka andaktin einans dvølir við partvísan sannleika. Tann samlaða myndin yvir eitt tíðarskeið avmyndar hugburðin og fevnandi fjølbroytni.

Vit í okkara húsi eiga muslimskar vinir. Vit virða tey, og tey virða okkum, hóast vit trúgva, at Ísrael er Guðs útvalda fólk. Vit virða muslimarnar, hóast tey á ein hátt meta, at Jesus hevur aðra tign og eitt annað heiti enn frelsari heimsins. Hóvlig samvera í sátt, semju og virðing.

Ja, eitt kvøldi í føstuni hjá muslimska heiminum í apríl í ár, vóru vit saman við muslimum úti á eini matstovu og ótu eftir sólsetur.

Í Føroyum tørvar okkum eitt virðiligt orðaskifti tvørtur um persónlig og faklig mørk innan mong øki, t.d. søgu, vísind, politikk og átrúnað.

Tað fundamentalistiska jørðildi er litað við margfaldum tilfari og litum, ið ikki einans síggjast norðanfjørðs í borgarligum jørðildi.

Seinasta sunnudag, tann 12. november 2023, var teksturin niðanvert ein partur av kirkjubønini eftir prædiku:

“Vit biðja fyri teimum, sum líða av náttúruvanlukkum. Vit biðja á ein serligan hátt fyri teimum, sum líða í Ísrael og í Gaza. Og lat okkum ikki gloyma Ukraina. Vit biðja um frið, og at neyðhjálp má veitast teimum, sum treingja, bæði til likams og sálar.

Serliga biðja vit fyri børnunum, teimum ungu og foreldrum teirra. Vit biðja um, at friður má verða millum ísraelar og tess grannar. Vit biðja teg steðga allari antisemitismu og allari mannajagstran! Gev menniskjum frælsi at trúgva, meina og skipa seg eftir sannføring og við ábyrgd fyri myndugleikum og tær.”

Tolsemi í bønini hoyrist í orðavalinum: Frælsi at trúgva, meina og skipa seg eftir sannføring og við ábyrgd fyri myndugleikunum og Guði. Har hetta er veruleiki er valla stríð, klandur ella kríggj. Amen.

Orðið: “Tú mást ikki sláa í hel.” (Onnur Mósebók 20,14).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo