Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er fjálgt og signað at sita í kirkjuni og verða nomin ella fevndur av prestsins bøn á prædikustólinum. Í bønini eftir prædiku, kirkjubønini, verður biðið fyri kirkjuni á staðnum og tí heilaga samfelagnum, ið er Jesu Kristi kirkja runt allan heimin.

Svá var eisini ólavsøkudag í ár. Tað var vælgerandi og hevði eina jaliga ávirkan í einum jaligum tóna. Tað er eingin orsøk at lasta prestin og leggja nakað ivasamt og fordømandi í bønina, tá ið biðið var fyri børnunum í móðurlívi.

Gudstænastan ólavsøkudag í 2023 er í mínum hugaheimi á topp 3 listanum yvir øll tey 37 árini, ið eg havi verið í tænastu.

Prestur eigur frímóðiga at kunna biðja og prædika í eini kirkju, ið er prestsins arbeiðspláss. Prestar hava prædiku- og talufrælsi.

Prestar kunnu ikki laga prædikuna eftir, hvat Løgtingið ella áhugabólkar takast við. Um prestur ikki hevur frælsi at prædika, er kirkjan millum tey fáu arbeiðsplássini, har talufrælsið er avmarkað. Tann støðan er ikki ynskilig, tí Guðs Andi má sær ráða.

Lívið er heilagt alt frá gitnaði til seinasta andadrátt. Í kristnu trúnni røkkur lívið væl longri enn til gravarbakkan. Kristnin trýr, at vit evsta dag í Jesu navni rísa upp av deyða og grøv til eitt ævigt lív í Guðs ríki.

Vit eru nógv foreldur, ið hava biðið fyri børnum okkara í móðurlívi. Tað er ein lívsælur friður yvir hesi gerð, at børnini í móðurlívi verða løgd í Harrans hendur. Vit vita ikki, hvat møtir á lívsleiðini ta tíð, ið mamman ber barnið undir brósti.

Tað er eitt stórt ríkidømi at geva komandi og uppvaksandi ættarliðum, at tey verða borin til Jesus á bønarinnar veingjum og løgd í Harrans hendur. Hitin frá bønini er ein lívgandi fløvi, ið andaliga vælsignar tann biðjandi við allari Guðs fylling.

Bøn er áfylling av orku. Vit fáa styrki til at bera ta byrðu, ið verður løgd á herðar okkara. Bøn er flyting av orku, ið styrkir og gagnar teimum, ið vit biðja fyri. Bønin í tí ytra og sjónliga heiminum hevur gagnliga ávirkan á mammuna, ið samstundis gagnar ófødda barninum.

Hóast bøn og forbøn hendir tað, at børn doyggja í móðurlívi. Hin kristna trúgvin er ikki ein ókeypis ferðaseðil til eydnu og sælu. Lívið er størri enn menniskjan, og lívsins forløg liggja uttanfyri tað, ið menniskjan megnar.

Hóast forbønin ikki er eitt trygdarnet, er hon ein andalig styrki. Tá ið alt gongur væl og teir dagar, tá ið sorgin vitjar, er bønin lívstráðurin, ið gevur styrki til dagin og vegin. Bønin er tilverunnar lívstráður, eins og barnið í móðurlívi er bundið at mammuni við nalvastreinginum.

Hava vit lagt børnini í Harrans hendur, eru tey í teimum bestu hondunum. Mong foreldur, ið mistu børn í móðurlívi ella stutt eftir føðing, kunnu vitna, at tað í sorgini gav linna og sálarstyrki, at tey høvdu droymt fagrar dreymar fyri barninum og lagt tað í Guðs hendur. Júst í hesum veruleika byrjar arbeiðið við sorgini.

Tað var myrkt og illfýsi hetta kvøldið, tá ið leiðin lá til Havnar. Landssjúkrahúsið er eitt vælsignað stað so mangan. Starvsfólkini er dugnalig, bæði tá ið lívið vaknar og sovnar. Virðiligt, vakurt og menniskjanslig nærvera.

Eitt ungt par hevði fingið tung boð. Barnið, tey gleddu seg til, doyði í móðurlívi. Í morgin skuldi mamman føða sítt deyða barn.

Stovan var vøkur, og tvær livandi kertur logaðu á einum lítlum borði við hvítum dúki. Á borðinum lá sálmabókin og Bíbilin. Á borðinum var tað, ið okkum tørvaði hesa sváru løtuna.

Tað var ikki tosað nógv, og løtan kendist unnilig, hóast alt tyktist miseydnað. Ja, enntá foreldrini kendu, at tey vóru miseydnað sum móðir og faðir. Kendu seg sek í barnsins deyða.

Valdi at lurta og tagdi eina góða løtu, og so hoyrdust tey forloysandi orðini: “Vit hava biðið fyri barninum líka síðani, vit vistu av, at eg var við barn. At kalla hvønn dag, hava vit biðið Guð um, at okkum untist at fáa eitt barn, ið ríkaði okkum lívið.”

Foreldrini vóru vónsvikin og kendu seg samsek. Tað var ein broddur í orðunum, ið ikki hingu saman og vóru hálvir setningar.

Mamman græt eina løtu og spurdi síðani prest, um hann helt, at bønin hevði havt nakra ávirkan á barnið, so tað nú kundi hvíla í Guðs hondum í Guðs æviga ríki.

Prestur fekk ikki møguleikan at svara, tí pápin tók orðið. “Vit eru avmarkað eins og sjómaðurin, ið ikki røkkur longur enn á stokkin. Onkustaðni í deyðanum er Guð hjá barninum í syni sínum Jesusi.”

Jesus er við okkum alt frá gitnaði til veraldar enda. Bønin fyri barninum í móðurlívi er lívsjáttandi. Bønin er andadráttur lívsins og ævinleikans lívsfríska kelduvað í deyða.

Latum okkum biðja fyri børnunum, eisini teimum í móðurlívi. Amen.

Orðið: “Tí at tú hevur ... meg vovið í móðurlívi! ... á undurfullan hátt eg varð skaptur.” (Sálmur 139,13-14).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo