Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Øll kenna Crocodile Dundee og alt tað góða hann umboðaði, sum í veruleikanum var so føroyskt, ið tað kundi vera.

Í dag hava vit ein Crocodile Skaale, sum er tað øvugta av øllum føroyskum. Hann er danskur politiskur ørindadrongur hjá Lars Løkke, ið nógvir føroyingar hildu fór at stuðla føroyingum í týðandi málum, tí at hann var giftur føroyskari tjóðveldiskonu.

Men nei nei, sjáldan hava Føroyar havt slíkar fíggindar sum Crocodile Skaale og hansara Løkke brøgd.

Løkke var fyri vikum síðan í Kina fyri at víðka um samstarvið millum Danmark og Kina á øllum økjum.

Hann fekk spurningin um tær tríggjar milliónirnar av muslimum í fangalegum, Hong Kong og Teivan, og svaraði bara at Kina er ov stórt at fara ímóti.

Vit vita øll, at Mærsk er danskur uttanríkispolikkur og rok við Kina hevði endað hasa fyritøkuna.

Eisini vita vit, at tá ið danskir myndugleikar koyrdu ein vælvirkandi føroyskan EIK banka á húsagang og ikki Danske Bank, sum var munandi verri fyri enn EIK banki, so var tað aftur Mærsk og teirra partabrøv.

Føroyingarnir mistu alt.

Crocodile Skaale ætlar nú at avhøvda føroyska Barentshavsflotan í Løkke brøgdum uttan at Føroya fólk er eftirspurt.

Er hetta fólkaræði, at óteljandi føroyskir ungir menn onga inntøkur hava longur.

Ella er Crocodile Skaale bara tann nýggi føroyski Putin.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo